VÍF vísti stórspæl

Vestmannagentur skutu hópin av málum og vunnu stórt 29-20 á einum troyttum Kyndla-liði

Góð byrjan
VÍF legði út sum eitt ódnarveður og var á odda 7-3 tá ið bara 10 minuttir vóru farnir. Verjan stóð sera væl og við málskjótingini gekk tað somuleiðis væl. Men so kom veruligur stígur í hjá vestmannagentum, sum ikki fingu mál í átta minuttir og lovaðu Kyndli upp á 7-7.
Fyri hálvleik kom tó aftur lív í málskjótingina hjá VÍF og sluppu tær til hálvleiks við 15-11-leiðslu.

Bara øktu
Tvey tey fyrstu málini í seinna hálvleiki fekk eisini VÍF, og so var dysturin í roynd og veru avgjørdur. Kyndil megnaði ongantíð at trýsta VÍF, sum bara økti og økti, meðan kyndlakvinnur sóu alt meiri troyttar út. Tað var eisini í seinastu fýra minuttunum, at VÍF økti munandi og slóg ein 29-20-sigur fastan.
Í seinna hálvleiki var tað serliga Agnas Olsen, sum vísti stórspæl. Bara í seinna hálvleiki skeyt hon seks mál.

VÍF: Liljan Djurhuus (9) Agnas Olsen (8) Annika Poulsen (3) Jóhanna Gunlaugsdóttir (3) Kristina í Dávastovu (2) Elisa Leo (2) Tóra Seloy (1) og Annika Patti (1)

Útvísingar: 5x2min.

Kyndil: Ásleyg Súnadóttir (5) Anja Heinadóttir (4) Guðrið G. Eystberg (3) Anna Brimnes (3) Birita Mortansdóttir (2) Turið Arge (2) Jórun S. Ludvig (1)

Útvísingar: 2x2min.