Hondbóltur-kvinnur
VÍF gav ikki hinum liðunum í deildini stórvegis vónir, tá tær í fyrsta dystinum á árinum tóku ímóti Tjaldri.
Tað var nú kanska heldur ikki væntandi, at uppflytararnir fóru at gera nakað sum helst við meistararnar, og tað gjørdu tær sum so heldur ikki.
Fyrstu løtuna megnaði Tjaldur so dánt at fylgja við, men tá VÍOF so setti ferð á seinnu helvt av fyrra hálvleiki, varð allur ivi beindur burtur. VÍF fór hesa løtuna frá 9-8 til 13-9, og í seinna hálvleiki var bara ein gongd leið. Uttan at tær á nakran hátt overvaðu seg, øktu vestmannakvinnurnar javnt og samt.
Við sigrinum fekk VÍF um ikki annað eina hálvgum flúgvandi byrjan upp á kappingarárið, og so má tíðin bara vísa, um hesin veturin fer at eydnast eins væl sum teir báðir undanfarnu.
Fyri Tjaldur nýtist greiða tapið ikki at merkja nakað stórvegis sum so. Av øllum hugsandi støðum mundi Vestmanna vera tað torførasta staðið at byrja kappingarárið, og sum onkur mundi taka til. So hava tær nú verið har, meðan øll hini eiga dystin í Vestmanna til góðar.
Dysturin í tølum:
VÍF-Tjaldur 30-18 (13-9)
Málskjúttar:
VÍF: Sóley Mikkelsen 9 (3), Fríða Marjunardóttir 5(1), Nicoleta Radu 5, Ioana Rápa 4(1), Nikolina Eyðbjørnsdóttir 3, Eyðbritt Andreasen 2, Hertha Simonsen 1(1), Alis Høghamar 1
Tjaldur: Milica Ergic 9(2), Oddvá Fossdalsá 3, Heidi Jacobsen 2, Beinta Joensen 2, Lajka Ribaric 1, Hansa Mikkelsen 1
Brotskøst: VÍF 7, Tjaldur 4
Útvísingar: VÍF 3, Tjaldur 7
Dómarar úr Kyndli: Hannis Wardum & Uni Wardum