SMS-deildin:
VÍF - StÍF 27-17
Neistin - H71 26-19
(Ljóðbrot frá FM1 verða løgd á in.fo seinni)
Í morgun vóru VÍF og H71 jøvn á fremsta plássi í SMS-deildini og bæði liðini mundu hava favorittleiklutin, tá ið tey spældu ímóti ávikavist StÍF og Neistanum.
Les eisini: Spennandi umfar í SMS-deildini
Í Vestmanna hekk StÍF í heimaliðnum í fyrra hálvleiki, men ímóti endanum av dystinum skrædnaði av álvara og VÍF vann 27-17.
Sum dysturin var liðugur kundu vestmenningar fegnast, tá ið tær frættu, at Neistin hevði vunnið 26-19 á H71.
Neistin hevði leiðsluna meginpartin av dystinum, men tað eydnaðist hoyvíkskvinnum at leggja seg á odda við einum máli í seinna hálvleiki. Tað var serliga Marita Mortensen, ið gav Neistanum trupulleikar, og Neistin svaraði við at mansverja vinstra bakkin.
Næsta vápnið hjá H71 var Durita Toftum á strikuni, men hon mátti eisini síggja Maju Dragobujlovic í málinum forða fyri í fleiri førum.
Vápnini vóru nakað lík hjá Neistanum. Ingunn Kristina Persson skaraði framúr og endaði á 12 málum, meðan Hjørdis Viðstein á strikuni og Gunnfríð Nólsoy á høgra vongi eisini hepnaðust væl. Ana Blagojevic á vinstra bakki gav eisini nøkur dømi um at hon hevur góð skot úr fjarstøðu og sum heild tóktist tað sum at Neistin hevði fleiri loysnir enn H71 í álopinum.
Tá ið Neistin kom trý mál fram um við færri enn tíggju minuttum eftir, royndi H71 at seta ferðina upp, men Maja og neistaverjan, við Hjørdis Viðstein á odda, stóðu stinn, og fingu økt upp í endaligu støðuna 26-19.