VÍF vann stórt í Klaksvík

Hvonn-deildin: VÍF kvinnurnar vunnu í kvøld stórsigur í Klaksvík

Ein dystur hevur verið spældur í bestu kvinnudeildini í hondbólti í kvøld. Hann var spældur í høllini í Klaksvík, har Stjørnan tók ímóti VÍF.

 

Dysturin endaði við, at VÍF kvinnurnar vundu burturúr Stjørnuni í einum dysti sum endaði við 36-22 sigur til VÍF. Sum heild var ongantíð nakar sum helst spenningur í dystinum, tí í hálvleikinum var VÍF á odda heili 18-11.

 

Hjá VÍF var Daniella Joensen í kvøld toppskjútti. Hon skeyt 10 mál, meðan Liljan Djurhuus kom henni næst við sjey málum. Hjá Stjørnuni vóru Jansy Jacobsen og Judith Dam-Jacobsen deildir toppskjúttar, báðar við seks málum.

 

Stjørnan – VÍF 22-36 (11-18)