StÍF-VÍF 29-36 (15-18)
Vestmenningar eru at kalla til reiðar at spæla FM-finalu. Í øllum førum skal nú vilja heilt illa til, skal VÍF ikki enda í minsta lagi á øðrum plássinum.
Á Skála í dag vóru gestirnir á odda allan dystin, men tað var ikki fyrr enn seinastu fimm minuttirnar, at sigurin veruliga var vísur. StÍF hevði nevnliga hug at toga seg nærri og nærri, men tá teir vórðu raktir av útvísing til Marian Cirloganescu, gjørdu vestmenningar sær dælt og øktu munin.