Vága Floghavn avmarkar hvør sleppur nærhendis farstøðini

Vága Floghavn boðar í kvøld frá, at tiltøk nú eru sett í verk, fyri at avmarka smittuvandan. Eittnú er avmarkað, hvør sleppur nærhendis farstøðini.

Vága Floghavn sigur soleiðis:

Til tess at avmarka corona/covid-19 smittuvandan, hevur Vága Floghavn fyribils sett hesi tiltøk í verk:

 

  • Bert ferðafólk og starvsfólk fáa atgongd til farstøðina/terminalin.

 

  • Avvarðandi hjá ferðafólki, sum ynskja at fylgja ella taka ímóti sínum nærmastu, verða biðin um at halda seg á parkeringsøkinum við flogvøllin.

 

  • Hýruvognsførarar, bussførarar og onnur, sum koyra ferðafólk til og frá farstøðini, verða biðin um at halda seg uttanfyri farstøðina.

 

  • Ferðafólk, sum eru ávegis til Føroyar, skulu áðrenn fráferð tryggja sær egnan flutningsmøguleika frá flogvøllinum við bussi, hýruvogni ella privatum flutningi.

 

  • Ferðafólk kunnu einans hava 1 stk hondviðføri + 1 lítla teldutasku, sum tilsamans viga í mesta lagi 8 kg, við sum hondviðføri. Alt annað viðføri skal innskrivast.

 

  • Tollfría sølan/Duty Free í farstøðini verður stongd fyri komandi ferðafólki, og hesi fara í staðin út í viðførismóttøkuna gjøgnum aðra gongd.