Vága Floghavn hevur fingið nýggja heimasíðu, ið er rættuliga nógv víðkað í mun til ta gomlu. Heimasíðan hevur nógvar hentar upplýsingar til ferðafólk, og eisini onnur kunna fáa gleði av henni.
Nógvir heintr upplýsingar finnast, so sum nær og hvar flogførini koma og fara, vevmyndatól er av forplássinum, so tað eisini sæst um flogførini eru komin ella farin. Veðurupplýsingar eru eisini at finna. Hagtøl vísa eisini hvaðani ferðafólkini koma og hvar tey fara, seinkingar, farmamongdir v.m.
Leikjur eru til aðrar heimasíður, har ein kann finna fram prísir o.l.
Nógv hagtøl eru á síðuni um m.a. talið av ferðafólkum, fráferðum/komum hvønn mánað. Hópin av myndum av flogførum, tyrlum, og hendingum eru at finna á heimasíðuni.
Hetta kann vera sera hent hjá ferðafólki, ið ferðast ofta, og eisini til tey ið ikki vita hvussu tey skula koma til og frá floghavnini.
Heimasíðan ber heitið www.floghavn.fo .