Vága kommuna í KSF

Kommunustýrið í Vága kommunu samtykti í gjár einmælt at søkja um limaskap í Vága kommunu.

Undanfarna kommunustýri segði upp limaskapin í Føroya Kommunufelag.

Rósa Samuelsen, borgarstjóri sigur, at hon heldur, at kommunan eigur at vera í einum kommunufelag, og hon heldur tað vera best, at kommunan fer í tann størra felagsskapin, sum hevur meira ekspertisu.

- Tá eg var forkvinna í Føroya Kommunufelag arbeiddi eg fyri at leggja bæði feløgini saman, tí tey gera sama arbeiði, sigur Rósa Samuelsen.