Vága kommuna sigur fýra fólkum úr starvi

Vegna sparingar verða fýra arbeiðsmenn sagdir úr starvi hjá Vága Kommuni.

- Støðan er tann, at Vága kommuna hevur í umbúna at siga fýra arbeiðsmonum úr starvi vegna sparingar. Hesir eru munnliga kunnaðir um ætlan kommuunnar, sigur Albert Ellefsen, borgarstjóri í Vága kommunu.

Hann sigur, at áðrenn arbeiðsmenninir kunnu sigast úr starvi, fáa teir eitt ætlanarskriv um uppsøgn. Síðani hava teir fimm daga uppsagnarfreist, tí teir hava arbeitt í styttri enn seks mánaðir hjá kommununi.

- Orsøkin til,a t arbeiðsmenninir eru sendir til hús er, at ikki er arbeiðandi úti vegna veður. Allir hinir arbeiðsmenninir hjá kommununi, sum ikki rudda kava ella hava innanduraarbeiði, eru eisini við hús, meðan kavin liggur, sigur Albert Ellefsen.