Vága samferðslusøga út í bók

Søgan um samferðsluna í Vágum verður nú skrivað og kemur út í bók í november.

Sunnumorgunin 2. juni 2013 kl. 08.15 lætti morgunflogfarið hjá Atlantic Airways ávegis móti Keypmannahavn.

Airbus-flogfar nr. 2, sum var komið til landið kvøldið fyri, stóð til reiðar við farstøðina at taka í nýtslu. Fremst á myndini stendur annað av teimum tveimum BAe146-flogførunum, sum nú eru eftir í felagnum. Myndin er tikin til Vága Samferðslusøgu, sum kemur út í november í ár.

Bókin verður einar 400 síður til støddar við nógvum myndum. Í bókini, sum umfatar Vágar og Mykines, er nógv tilfar frá gomlum døgum, Vágatunnilin og flogferðslu.Tað eru teir báðir Heini F. Petersen og Dánjal Poulsen, sum hava savnað tilfarið og skrivað bókina.