Vágafólk roykja mest

Næstan triðja hvørt fólk í Vágum fær sær regluliga ein guv

Nýggja Gallup-kanningin hjá Fólkaheilsuráðnum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. 

Bert fimti hvør føroyingur roykir dagliga. Tá ið tey, sum roykja í minsta lagi tvær ferðir um mánaðin, verða tald við, verða 25 prosent av føroyingum skrásettir sum roykjarar.

Av hesum eru flestu roykjarar í Vágum. Har roykja 31 prosent av fólkinum minst tvær ferð um mánaðin. Síðani kemur Sandoy við 29 prosentum og Eysturoy við 27 prosentum. 

Lægsta roykjaratalið er í Norðstreymoy, har 19 prosent roykja, og í Norðoyggjum, har 22 prosent roykja.

530 fólk vóru við í heilsukanningini, sum Gallup gjørdi fyri Fólkaheilsuráðið.