Tað vóru kvinnurnar úr Vágum, sum vunnu steypafinaluna í Flogbólti nú seinnapartin. Eftir eina spennandi og dramatiska finalu eydnaðist SÍ at vinna javnbrótaran 15-12 og harvið steypið til Sørvágs, sigur Flogbóltssambandið.
Tað var annars Fleyr, sum kom best frá byrjan, tí tær vunnu tey bæði fyrstu settini, men hetta bar ikki á mál, tí SÍ, í sínum grønu blusum, vunnu tey næstu trý settini.
Tær, sum vóru á liðnum hjá SÍ, vóru: Aftast frá vinstru: Jákup Melcion Hansen, hjálparvenjari, Kristina Mouritsen, Maria Sarita Lorenzen, Mona Sunnuvudóttir Poulsen, Bettý Eyð Ellingsgaard, Jórun Elisdóttir Vang og Katla Henriksen.
Besti leikari hjá SÍ, var Janna Falkvard og hjá Fleyr var tað Súsanna Sólrunardóttir Ludvig
Niðanfyri eru nakrar myndir frá finaluni