Tað var einki at rafla um, tá ið oddaliðið í næstbestu fótbóltsdeildini, 07 Vestur, seinnapartin vitjaði botnliðið á Svangaskarði.
07 Vestur vann 7-1, og harvið eru vágamenn framvegis oddalið og harvið besta boðið upp á uppflyting.
B68 helt tørn í ein hálvan tíma, men so gekk skjótt, tí 07 Vestur skoraði trý mál í átta minuttir. Málskjúttar vóru Jovan Panic, Holgar Djurhuus og Henning Joensen.
Eitt lítið korter eftir hvíldina skoraði 07 Vestur aftur, og níggju minuttir seinni var støðan 7-0! Málskjúttar hjá 07 Vestur í 2. hálvleiki vóru Jovan Panic, Jens Erik Rasmussen, Holgar Djurhuus og Henning Joensen.
Tá ið tað restaðu tólv minuttir pyntaði Andrias Højgaard um fyri B68 so úrslitið gjørdist 7-1 til 07 Vestur.
07 Vestur hevur 19 stig, og B68, sum framvegis bíðar eftir fyrsta sigrinum, hevur 2 stig.