27 umfør. So long er kappingin í næstbestu fótbóltsdeildini. Fjórða umfar varð á skránni í gjár, og longu nú eru tað greiðar ábendingar um, at 07 Vestur og AB eru bestu boðini upp á tey bæði plássini, sum bera uppflyting við sær.
Tvey onnur lið kunnu flyta upp. Annað teirra er B71. Sandoyingar hava valt at sigla við lágum seglum í ár. Tað sást á úrslitinum, tá ið B71 vitjaði á Svangaskarði, og B68 vann 5-1!
Fjórða liðið, sum hevur møguleika at flyta upp, er Skála, og ungu skálamenninir tykjast ætla sær at vera við til at seta dám á kappingina. Teir taptu í 2. umfari 4-2 á Argjum, men tað kann væl vera, at teir seinni í ár fara at megna at taka stig frá favorittunum. Næsta avbjóðingin av hesum slagnum verður í 7. umfari, sum verður 12. mai, tá ið vágaliðið fer at vitja á Skála.
4. umfar var á skránni í gjár.
Argjamenn áttu heimadyst ímóti næstbesta liðnum hjá Víkingi, og lítlu løtuna kring steðgin skoraði heimaliðið tvær ferðir, og tað var nóg mikið at vinna 2-0.
07 Vestur fekk ein skelk, tá ið HB miðskeiðis í 1. hálvleiki legði seg á odda í Gundadali, men vágamenn svaraðu aftur undan steðginum, og eftir steðgin skoraðu teir tvær ferðir aftrat.
Skála var í tættari kommunuuppgerð í Runavík. Lítla løtu eftir steðgin skoraði Skála sigursmálið. Í yvirtíðini høvdu skálamenn møguleika at tvífalda leiðsluna, men Brian Jacobsen misnýtti brotssparkið, sum Pætur Høj í NSÍ málinum vardi fyri.
B71 legði seg á odda á Svangaskarði, men B68 svaraði aftur og vann trivaligan 5-1 sigur. Ramon Højgaard skoraði hattrikk.
Klaksvíkingar vunnu søtan 2-0 sigur við Margáir ímóti EB/Streymi, sum helt tørn, inntil ein lítil tími var farin.
1. deild
4. umfar
AB-Víkingur 2-0 (1-0)
1-0: Mikkjal T. Hentze 40.
2-0: Dan Petersen 46
EB/Streymur-KÍ 0-2 (0-0)
0-1: Bjarki Vágstún br 58.
0-2: Sámal á Tjaldrafløtti Olsen 72.
HB-07 Vestur 1-3 (1-1)
1-0: Gunnar H. Haraldsen 23.
1-1: Téhé Aristide 41.
1-2: Ásmund Hansen 56.
1-3: Hørður H. Johansen 86.
B68-B71 5-1 (2-1)
0-1: Thomas Hans Rubeksen 18.
1-1: Ramon Højgaard 38.
2-1: Ramon Højgaard 39.
3-1: Ramon Højgaard 60.
4-1: Búi í Hjøllum 76.
5-1: Búi í Hjøllum 83.
NSÍ-Skála 0-1 (0-0)
0-1: Teitur R. Joensen 49.
Reytt kort: Hjalmar Dalbúð, NSÍ, 90.+1.
5. umfar
28. apríl
HB-NSÍ
07 Vestur-B71
Víkingur-B68
AB-EB/Streymur
KÍ-Skála