Vágamenn skulu seta propp í

EB/Streymur hevur skorað fæst mál, og flest mál eru farin ígjøgnum hjá 07 Vestur

Talan verður um lyklauppgerð á Dungasandi í kvøld, tá ið EB/Streymur verður gestur hjá 07 Vestur.

Dagsskráin er í fyrru atløgu at sleppa longur burtur frá botninum, og í seinna lagi snýr tað seg um at styrkja um støðuna í kappingini um sætta plássið.

Higartil hevur 07 Vestur vunnið seks stig. Liðið hevur skorað 10 mál. Tað eru bara HB, KÍ og NSÍ, sum hava skorað fleiri mál enn 07 Vestur. Tað eru farin 20 mál ígjøgnum hjá 07 Vestur. So nógv mál eru ikki farin ígjøgnum hjá nøkrum øðrum liði.

Tølini hjá EB/Streymi siga, at liðið hevur ilt við at skora mál. EB/Streymur hevur vunnið fimm stig, og EB/Streymur hevur skorað fimm mál. So fá mál hava bara TB og EB/Streymur skorað. 11 mál eru farin ígjøgnum hjá EB/Streymi. Tað er færri enn hjá hinum fýra, sum eru í niðara hálvu á støðutalvuni.

Manningarliga er stóri spurningurin, hvussu tað verður við veteranunum. Tór-Ingar Akselsen hjá 07 Vestur hevur verið skaðadarvaður síðani á summarmála, tá ið 07 Vestur vann 2-0 í Trongisvági. Arnbjørn Hansen hevur higartil í ár bara verið á vøllinum í eitt korter. Tað var, tá ið EB/Streymur fyri tveimum vikum síðani vann 3-2 á heimavølli ímóti B68. Tað er ikki so lítið sannlíkt, at Arnbjørn fer at eiga ein leiklut í kvøld.

Tað eru trý ár síðani, at 07 Vestur og EB/Streymur vóru í fremstu røð saman. Í 2018 vann EB/Streymur fyrra dystin í Sørvági 3-0, meðan tann seinni endaði 3-3.