Ólavur Groth
Ja, nú er nógv frammi um Undirsjóvartunnilin. Eg hoyrdi Marius Dam nú eitt kvøldið siga í útvarpinum, at hann ivaðist í at taka seg burtur úr politikki. Tað haldi eg vera tað skilabesta, eg nakrantíð havi hoyrt hann siga. Hann skal jú eitast at vera annar av kommunulæknunum í Vágoynni. Tað vil siga, at tá hann er av oynni, er Vágoyggin skerd við helvtini av læknabestandinum, og tá hann nú ætlar at sleppa at koyra fyri einki í tunnlinum, verður hann helst sjálvdan í oynni. Hvat siga vágafólk, føla tey seg trygg við at vera skerd so nógv læknaliga? Nú tá ið ferðslan fer at økjast, er tað tá nógv trygt einans at hava ein lækna í Vágoynni. Tingmannalønina settu teir upp við eini 40 prosentum, við tí grundgeving, at tingmenn skuldu kunna liva av lønini og ikki hava onnur størv, geldur hetta ikki eisini Marius Dam. Tíbetur hava vit aðrar seriøsar kommunulæknar (Andrias Petersen), ið taka síni størv í álvara og fara í farloyvi orsakað av tingarbeiðinum. Vit hoyra nøkur fá vágafólk gremja seg um prísin gjøgnum tunnilin, sum einans økist við 10-12 prosentum fyri vanliga borgaran.
Já nú hoyrdu vit Suna Jacobsen í sendingini í dag. So vítt eg veit er hann lærari, vóni ikki fyri vágafólk, at hann undirvísir í støddfrøði. Hann fekk roknistykkið til kr. 5.000,00 um mánaðin fyri eitt vágafólk at koyra, sum arbeiddi í Havn.
Jóanis Nielsen helt, at nevndin fyri tunnilin fór púra skeiv, tá teir gingu út frá at 350 bilar koyrdu ígjøgnum um samdøgrið. Hann helt, at talið fór meira at líkjast 5-600 bilar um samdøgrið og hótti við at slíta samgonguna, um ikki prísurin bleiv broyttur beinanvegin.
Nei Jóanis sit nú hetta skeiðið út og stilla so bara ikki uppaftur. Tí um tín spádómur gongur út uppá so nógvar bilar, ja so finnur nevndin í Vágatunnlinum sjálvandi sjálv út av at redusera prísin.
Karsten Hansen, tað er gott at tú heldur fast um prísin. Tað eru slíkir menn, vit hava brúk fyri í politikki og ikki slíkar, ið bara vilja tekkjast veljarunum.
Eg veit eisini, hvat tað vil siga ikki at búgva í meginøkinum. Tað hevur sín prís at búgva í tí sokallaða útjaðaranum, og tað hevur so sanniliga eisini sínar fyrimunir.
Vágafólk burdu fegnast um, at tey koma nógv nærri meginlandinum (tað rokni eg nú eisini við, at teir flestu gera).
Eg vóni, at Vágatunnilin verður ein stór sólskinssøga og gevur okkum vón um skjótt at kunna fara undir Norðoyatunnilin við góðum treysti.