Vágatunnilin: 2,4 millión á muni á tilboðunum

Tað er ikki rætt tá ið nevndarformaðurin fyri P/F Vágatunnilin sigur, at tilboðið hjá J&K Petersen bara var 600.000 dýrari enn tað hjá byggitek. So hevur J&K Petersen antin sligið av tilboðnum ella er arbeiðið tikið burturúr, siga byggikøn

Tilboðið hjá Byggitek uppá vegirnar í sambandi við undirsjóvartunnilin, var 2,4 milliónir lægri enn tilboðið hjá J&K Petersen.

Sostatt var tað størri munur á teimum báðum tilboðunum, enn Klæmint Weihe, formaður í nevndini fyri P/F Vágatunlinum, greiddi frá í Útvarpinum leygarkvøldið.

Klæmint Weihe upplýsti fyri Útvarpinum, at tilboðið hjá Byggitek var bara 600.000 krónur lægri enn tað hjá J%K Petersen.

Og tað helt hann ikki vera so stóran mun, at ikki onnur viðurskifti kundu gera seg galdandi.

Tí eru tað viðurskifti av búskapartekniskum slag sum gera, at nevndin í P/F Vágatunlinum hevur gjørt av at samráðast við J&K Petersen, sum hevði næstlægsta tilboð, segði Klæmint Weihe fyri útvarpinum.

Men hann vildi ikki útgreina, hvørji viðurskifti, talan var um.


2,4 milliónir

Tey, sum hava skil fyri byggivinnu, skilja ikki, hvussu Klæmint Weihe fær tað til, at munurin ímillum lægsta tilboð hjá Byggitek og næstlægsta tilboð hjá J&K Petersen bara er 600.000 krónur.

Vit hava fingið fatur á tilboðunum og tað yvirlitið vísir, at tilboðið hjá Byggitek er 2,4 milliónir lægri enn tað hjá J%K Petersen.

Tilsamans var tilboðið hjá Byggitek 21,9 milliónir og tað hjá J&K Petersen var upp á 24,3 milliónir.

Arbeiðið varð boðið út í trimum arbeiðstøkum, men Byggitek var bíligari í øllum trimum tilboðunum.

Tey bæði bygifeløgini góvu eisini alternativ tilboð upp á arbeiðini, men eisini her var Byggitek bíligari. Tað alternativa tilboðið hjá Byggitek var uppá 21,7 milliónir og tað hjá J&K Petersen var uppá 23,3 milliónir.

Sostatt var tað alternativa tilboðið hjá byggitek 1,6 millión lægri enn tað alternativa tilboðið hjá J&K Petersen.

At Klæmint Weihe fær tað til, at tilboðið hjá J&K Petersen bara er 600.000 hægri enn tað hjá Byggitek, kann bara merkja eitt av tveimum, siga byggikøn.

? Antin hevur J&K Petersen sligið av tilboðnum, ella er okkurt arbeiðið tikið burturúr. Men eisini hetta er brot á lisitatiónslógina, tí eftir henni kann byggiharrin ikki samráðast við næstlægsta tilboðið um prís, fyrrenn samráðingar við lægsta tilboð eru endaðar úrslitaleysar.

Tilsaman lótu sjey byggifelag tilboð uppá tey trý arbeiðini, men hini tilboðini vóru dýrari. Okkurt av byggifeløgunum gav bara tilboð uppá eina av teimum trimum arbeiðstøkunum.