Vágbingar bíða eftir Landsstýrinum

Landsstýrið má geva boð um, hvussu verður við størri tiltøkum í summar

Enn er óvist, hvussu verður við ætlaða Dansibandsfestivalinum í Vági. Hann skuldi vera næsta vikuskiftið men nú korona-kreppan fór at herjað, varð avgerð tikin fyri einum mánað síðani at útseta hann.

– Eins og aðrir festivalar, og onnur stór tiltøk í landinum, bíðar Dansibandsfestivalurin eftir fráboðan frá landsmyndugleikunum um, hvussu verður við stórum tiltøkum í summar, sigur ein av fyrireikarunum, Hans Jacob Hjelm.

Tey vísa á, at í Noregi og í Danmark, hava myndugleikarnir boðað frá, hvussu stór tiltøk kunnu verða í summar, og hvussu nógv fólk kunnu savnast í tí sambandi.

Men í Føroyum eru eingi slík boð komin enn, leggja tey afturat.

– Tá ið landsmyndugleikarnir hava boðað frá, hvussu verður við stórum tiltøkum í summar, fara vit at taka upp, hvussu verður við Dansibandsfestivalinum í ár, sigur Hans Jacob Hjelm.