Tað eru heilt nógv hús í Vági, sum framvegis ikki hava rottangar, men har alt skarn rennur í áirnar og endar í mølini og á sjónum.
Men nú skal ein endi fáast á hesum.
Vágs Býráð hevur samtykt, at á nýggjárinum skulu øll hús í Vági hava rottangar.
Teir vágbingar, sum ikki longu hava rottangar, fáa sostatt eitt hálvt ár til at fáa viðurskiftini í rættlag.
Tað hava tey húski í Vági, sum ikki hava rottanga, fingið bræv frá kommununi um nú um dagarnar.
Og har stendur eisini, at tey, sum ikki hava fingið viðurskiftini í rættlag á nýggjárinum, kunnu vænta sær, at kommunan setir rottangan upp fyri tey, men tað verður so framvegis húseigarin´, sum má betala fyri arbeiðið.
Tað eru góð 500 hús í Vági og av teimum eru tað væl yvir 100, sum enn ikki hava rottanga.
Sum skilst, er tað ikki nakað eindømi, at hús í Vági ikki hava rottanga, tí tað hava nógv hús aðrastaðni heldur ikki.
Men tað skilst kortini, at í Vági er støðan í tí verra endanum, tí tað er ikki á nógvum so stórum plássum, eitt so munandi tal av húskum ikki hevur rottanga.
Tað eru yvirhøvur nógv av teimum gomlu húsunum, sum ikki hava rottanga.