Vágbingar fáa nýggjan borgarstjóra

Dennis Holm verður bara borgarstjóri til nýggjársaftan, so tekur nýggjur borgarstjóri við

Tað er nú greitt, at vágbingar fáa nýggjan borgarstóra. Tað veit KvF at siga úr Vági í kvøld. Dennis Holm er borgarsstjóri og hann gjørdi eisini eitt kanónval og Tjóðveldi fær fýra býráðslimir og tað er tað sama, sum í núverandi býráði.

Men nú úrslitið av valinum lagaði seg soleiðis, at Javnaðarflokkurin fær tríggjar býráðslimir og Sambandsflokkurin fær tveir býráðslimir. Sostatt hava tey fimm av teimum níggju býráðslimunum og fáa skipa samgongu.

Og KvF hevur fingið váttað, at Javnaðarflokkurin og Sambandsflokkurin hava skipað samgongu og nýggjur borgarstjóri verður Bjarni Johansen, sum er nývaldur á listanum hjá Javnaðarflokkinum.

Hann sigur við Kvf, at tey ætla sær at byggja víðari á tað góða, sum er í Vági.

Sostatt verður Tjóðveldi einsamallur flokkur í minniluta.