Vágbingar farnir eftir náta

Seinastu dagarnir hava menn verið grammur at leita sær kunning um hvussu vorðið er við nátanum, - um nakað er til og um teir eru feitir. Ein bátur úr Sandvík fekk 84 fríggjadagin sum vóru bæði feitir og í góðum standi.

Leygardagin vóru nakrir bátar eftir nátaungum vestanfyri á Suðuroynni, men ikki eru tað stórar nøgdir teir koma aftur við. Leygarnáttina og sunnumorgun var fitt av vindi, og nú vænta menn, at nógv av náta er farið á sjógv.

Suðuroyarportalurin skrivar í morgun, at fleiri bátar farnir av Vági í hesum ørindum.

- Sum veðurlíkindini eru næstu dagarnir, kann væntast at tað verður náta-roykur úr mongu neysti í allari oynni, verður sagt.

Úr Sandvík frætta vit í morgun, at fríggjadagin fór ein bátur við tveimum monnum eftir náta. Teir fingu 84 nátar, sum allir vóru feitir og í góðum standi.

- Hetta vóru ikki píningar, sum hesin maðurin tekur til.

(Mynd: ngs.fo)