Menningarætlan
Tað var rætt av Vágs Býráð at havna tilboðnum frá landsstýrinum.
Tað heldur Dennis Holm, samfelagsfrøðingur.
Hann ivast í, at tilboðið, sum býráðið fekk frá landsstýrinum leygardagin, er nakar vinningur fyri Vág.
Kortini heldur hann, at tað er positivt, at arbeitt verður við ítøkiligum menningarætlanum.
Á fundi leygardagin vildi Landsstýrið hava Vágs Býráð at góðtaka, at ætlaði miðnámsskúlin í Vági verður fluttur til Hovs.
Afturfyri skuldi landsstýrið byggja eitt røktarheim á stykkinum, sum varð ætlað til miðnámsskúlan í Vági.
Hetta skuldi verið eitt røktarheim til 35 búfólk og tað hevði eisini kravt 35 starvsfólk.
Agnið hjá landsstýrinum var sostatt, at við at flyta miðnámsskúlan til Vágs, hevði Vágur fingið 35 nýggj, almenn størv.
Men Býráðið havnaði tilboðnum. Og tað heldur Dennis Holm, samfelagsfrøðinguri á Granskingardeplinum fyri Økismenning í Vági, var ein røtt avgerð.
? Tað er ein nógv størri vinningur fyri Vág at fáa ein miðnámsskúla enn tað er at fáa eitt røktarheim, heldur hann.
Annars dugur samfelagsfrøðingurin ikki at síggja, hví ein miðnámsskúli í Vági og eitt røktarheim skulu vera slíkir mótsetningar, at teir útihýsa hvønn annan.
? Heldur landið at tað er tørvur á einum røktarheimi í Suðuroy og at tað kundi verið ein framstig í royndunum at ment økið, so er bara bar byggja eitt røktarheim, uttan at blanda miðnámsskúlan uppí, sigur hann.
? Eg sakni rætt og slætt eina góða grundgeving fyri at annað útihýsir hitt, tí tað kann ikki vera rætt, at landsstýrið hevur ta støðu, at siga vágbingar nei til at flyta skúlan til Hovs, siga teir samstundis nei til eitt røktarheim.
? Skal miðnámsskúlin flytast til Hovs, skal øll ætlanin broytast og tað kostar pening. Samstundis skal fimleikarhøll og aðrar umstøður til ítrótt gerast í Hovi og tað kostar eisini nógv.
?Og annars haldi eg, at tað er nátúrligt, at heilskúlin er nær við sjúkrahúsinum og ellis- og røktarheiminum, sigur samfelagsfrøðingurin úr Vági.
Ein kraftig dynamo
Dennis Holm sigur, at verður hugt eftir, hvørji øki í Evropa tað eru, sum veksa og mennast, so eru tað tey økini, sum hava útbúgvingar.
Annars heldur hann, at fyri arbeiðskraftina hevur tað lítlan týdning fyri Suðuroynni, hvar stovnar eru, tí Suðuroyggin er ein arbeiðsmarknaður og fólk koyra nógv meiri ímillum bygdir í sambandi við arbeiði enn vit kanska geva okkum far um. Og tá ið Hovstunnilin er gjørdur, er ógvuliga skjótt at koyra ímillum.
? Sostatt ger tað at kalla tað sama, hvar í Suðuroynni, eitt røktarheim verður bygt, tí tað verður ein styrkur fyri alla oynna.
? Hinvegin, so má útgangspunktið fyri at byggja eitt røktarheim verða, at tørvur er á tí, og ikki tað at skapa arbeiðspláss.
Hann heldur, at ein miðnámsskúli kundi verið ein kraftig dynamo fyri Vág og alt økið rundanum hann og fyri alla oynna sum heild.
? Tað verður eitt heilt serligt lív rundanum ein slíkan skúla og tað hevði ikki givið somu ávirkan at flutt hann til Hovs.
? Eg haldi, at tað yvirhøvur hevur stóra undirtøku, at skúlin er í Vági. Tað vísur tann stóra tilgongdin av næmingum úr allari oynni.
? Tað er eisini gott fyri oynna og fyri suðuroyingar, at teir koma hvørjum øðrum við og ganga inn til hvønn annnan, so at siga. Eg haldi, at tey ungu, sum hvønn dag ganga í Vági í miðnámskúlan, hava ein heilt annan hugburð til eina samansjóðing av oynni, enn tey gomlu. Eg haldi eisini, at teir suðuroyingar, sum arbeiða í øðrum bygdum, hava ein heilt annan hugburð til at samansjóða oynna, enn tey hava, sum bara eru innanfyri ongjargarðarnar.
? Verður skúlin lagdur í eitt púra óheft stað í ongamannalandi, sum í Hovi, kann verða, at hendan ávirkanin ikki verður eins stór.
? Tann stóra avbjóðingin verður at fylla karmarnir í miðnámsskúlanum. Endamálið við honum var nevniliga at hann skuldi verða ein miðdepil fyri útbúgving og mentan. Tað merkir, at eftir vanliga skúlatíð er ætlanin, at skúlin skal brúkast til kvøldskúla, eftirútbúgvingar, skeiðsdepil og til mentanartiltøk.
? Serliga nú møguleikarnir fyri fjarundirvísing eru vorðnir so góðir, eru heilt góðir møguleikar fyri at fylla karmarnir í skúlanum, so at hann ikki bara verður ein studentaskúli, sum er opin frá 8-15, men ein útbúgvingar- og mentanarmiðdepil, sum er opin ogfullur av lívi langt út á kvøldið.
? Tí var tað eitt álvarsligt bakkast fyri ætlanina, at ætlaða meginbókasavnið varð av ongum, tí tað kundi havt stóan týdning fyri ein slíkan depil, sigur Dennis.