Vágbingar í hálvfinaluna

VB spældi seg sunnudagin í hálvfinaluna í steypakappingini. EB/Streymur megnaði ikki at gera nakað við heimaliðið, sum hevði yvirvág í spæli og fleiri málmøguleikar

VB skal møta HB í hálvfinaluni í kappingini um Løgmanssteypið. Hetta gjørdist greitt, tá vágbingar vunnu 2-0 á EB/Streymi í Vági sunnudagin.
Ikki meira enn ein minuttur var leiktur, tá dómarin dømdi brotsspark til VB. Robert Cieslewicz varð feldur uttalaga í brotsteiginum, meðan hann vendi ryggin til málið. Brotssparkið var sera óneyðugt, tí VB-framherjin stóð ikki í eini vandamiklari støðu júst tá.
Pólverjin skeyt brotssparkið sjálvur, men Gunnar á Steig bjargaði. Bólturin datt tó útaftur til Robert, og hesuferð sendi hann framvið málverjanum og í netið.
Bert ein minuttur var á urinum, og VB hevði longu lagt seg framum. Nógvur vindur var í Vági henda dagin, og EB/Streymur hevði undanvind fyri steðgin. Hesum dugdu teir tó ikki at gera sær dælt av, og VB hevði bóltin meira.
EB/Streymur hótti onkuntíð í skjótálopum, men einki spurdist burturúr teimum hálvmøguleikum, sum útiliðið skapti. Álopið hjá EB/Streymi fekk ikki serliga nógv burturúr, og VB var vandamiklari.

Palli økir
Í seinna hálvleiki var tað VB, sum hevði undanvind, og hetta hevði við sær, at bólturin fyri tað mesta var á hálvuni hjá EB/Streymi.
Tíggju minuttir inn í seinna hálvleik fær VB tað seinna málið. Eitt innlegg verður sent innfyri úr vinstru síðu. Bólturin sleppur at ferðast millum vinir á fíggindar tvørtur ígjøgnum brotsteigin, har Palli Augustinussen er staddur. Hann langar til, og Gunnar hevur ongan møguleika at bjarga.Verjan hjá útiliðnum stóð heldur still í hesum málinum.
EB/Streymur hótti sjáldan málið hjá VB eftir steðgin, og heimaliðið hevði so gott sum fult tamarhald á dystinum.
Beint eftir málið til 2-0 framdi venjarin hjá VB tvær útskiftingar, sum høvdu til endamáls at spara leikarar. Hann tók Robert Cieslewicz og Jón Gærdbo út, og inn á vøllin komu Birgir Jørgensen og Tórur Holm.
Predrag Zivkovic sat á beinkinum allan dystin vegna skaða í knænum, og Jón Pauli Olsen varð eisini spardur. Hann fekk nakrar fáar minuttir á vøllinum, tá hann kom inn fyri Gisla Sveinbjørnsson.

VB ? EB/Streymur 2-0 (1-0)
1-0: Robert Cieslewicz
2-0: Palli Augustinussen

VB: Bjarni Johansen ? Eyðun Jacobsen, Magni Jacobsen, Michael í Lágabø ? Gisli Sveinbjørnsson, Palli Augustinussen, Slobodan Madzar, Jón Gærdbo, Mortan úr Hørg ? Robert Cieslewicz, Nenad Zivanovic
EB/Streymur: Gunnar á Steig ? Hallur Jacobsen, Knút Vesturtún, Kristian Carlsson, Alfred Joensen ? Marni Djurhuus, Jákup Martin Joensen, Ronnie Samuelsen ? Andrzej Pacek, Sorin Anghel, Hans Pauli Samuelsen