Vágur hevur mist nógv skip í seinastuni, men sólskinssøgur eru eisini at hóma, tí nú er nýtt rækjuskip á veg til Vágs.
Tað er P/F Klettur í Vági, ið átti South Island, sum nú hevur ætlanir um keyp av 10 ára gamla íslendska rækjuskipinum Bessir.
South Island varð seldur av landinum við ongum loyvum, og tískil fer Bessir at nýta loyvini, sum South Island hevði við Svalbard, í russiskum sjógvi, Barentshavinum og á Flemish Cap.
Nýggju eigararnir siga, at enn er nakað tíðliga at siga stórvegis um keypið, tí mangt kann henda. Men samráðingarnar eru lidnar og greitt er, at talan er um nøgdan keypara og seljara. Keypari og seljari eru samdir um prísin.
Bessir er á stødd við rækjuskipini, sum eru í føroyska flotanum í dag. Bessir er 60 metrar langar og er 1450 brutto reg. tons.
Gongst eftir ætlan, so kemur skipið til landið síðst í januar komandi ár.