Vágbingar stinga seg fram

Fyri fyrstu ferð í hesum árinum er eitt felag uttanfyri høvuðsstaðin á odda í bestu deildini, og vágbingar tykjast ætla sær at vinna meiri í ár enn nakrantíð áður

NSÍ gjørdi rættuliga hol í sjógvin, tá teir sunnudagin smurdu HB av í Gundadali. Tað hevur meiri enn so komið fyri áður, og tað var kanska ikki heilt óvæntað. NSÍ hevur vunnið tríggjar ferðir upp í slag, og tað plagar ikki at koma so ofta fyri. Fyrr í summar varð tosað um ringt lag, skeivan venjara og meiri av tí slagnum, sum kemur fram, tá tað gongdin ikki er góð. Nú verður tosað um endastøðu í ovaru hálvu, og møguleikin fyri at røkka fjórða plássinum og harvið fyri fyrstu ferð at sleppa upp í part í Intertoto Cup er ikki so ógvuliga langt burtur.

HB hevur verið oddalið síðani undan summarsteðginum. Fleiri ferðir hevur verið at hoyrt, at teir hava verið hepnir at vinna, sjálvt um spælið ikki altíð hevur verið tað besta. Soleiðis gongst tað ofta hjá einum oddaliði, men hesa ferð bar tað ikki til.

Næsta takið hjá NSÌ verður heilt spennandi. Komandi sunnudag kemur VB norður til Runavíkar. Úrslitini seinastu vikurnar siga okkum, at tá verður talan um styrkisroynd millum tey bæði liðini, sum í teimum seinastu umførunum hava staðið seg best.


Vágbingar í hopla

Fótbóltslagið og prátið í Vági er, sum tað neyvan nakrantíð áður hevur verið. Tað sást eisini á áskoðarafjøldini, sum í góðveðrinum sunnudagin var størri, enn hon plagar at vera, tá klaksvíkingar hava vitjað á Eiðinum.

VB vann torføra heimadystin ímóti KÍ. Tað sær út til, at vágbingar hava fingið tað snittið, sum oddalið plaga at hava. Teir vinna eisini, tá teir ikki eru heilt væl fyri við fólki, og tá dystirnir ríða um snarið. Venjingarlegan í Danmark tykist koma væl við, og so er spurningurin, um VB seinasta triðingin av kappingini fer at megna at fáa so mikið stóra úrtøku, at fyrsti meistaraskapurin nakrantíð verður vunnin. Hann er í hvussu so er nærri nú, enn hann nakrantíð hevur verið. VB hevur onkuntíð staðið seg væl tey fyrstu umførini, men teir hava ongantíð áður verið á fremsta plássinum, tá tveir triðingar av kappingini eru lagdir afturum. Í 1974 komu teir á fremsta pláss, tá teir tíðliga á árinum vunnu 2?0 á HB í Vági, men teir mistu plássið, tá teir taptu í Fuglafirði, og síðani tá hava teir ongantíð verið fremstir.

Merkisvert er tað, at VB hevur verið sera støðugt í ár. Teir heilkiksaðu móti B71 í Vági, men síðani hava teir fingið stig hvørja ferð. Teir hava spælt javnt í Klaksvík, í Sørvági og í Gundadali, har HB javnaði í síðstu løtu. Allar hinar dystirnar hava teir vunnið.

Hvussu tað fer at laga seg hjá VB er ikki minst tengt at úrslitunum næstu ferðirnar. Eftir vitjanina í Runavík, fáa teir vitjan av HB. Í triðji síðsta umfarinum skulu teir til Gøtu, og í næstsíðsta umfarinum, tá HB og B36 spæla í Gundadali, fer VB at taka ímóti toftamonnum á Vágseiði. Tað er als ikki óhugsandi, at meistaraskapurin fer at verða avgjørdur henda dagin. Men undir øllum umstøðum fær meistarin ikki steyp og krónur fyrrenn seinasta leikdagin. Tá skal VB spæla í Gundadali ímóti B36!


Tríggir eru um boðið

Umframt vágbingar og HB eru tað bara toftamenn, sum mugu metast at hava møguleika at vinna FM. Teirra møguleiki er tengdur at, hvussu tað fer at roynast hjá HB og VB . B68 avrikið ímóti Sumba var ikki serliga sannførandi. Fleiri ferðir hevur B68 verið kroyst síðstu løtuna, og tað hevur verið róð framundir, at teir hava havt ov lítla orku. Soleiðis var tað ikki móti Sumba.

Allir dystir eru týdningarmiklir, men stigini í summum dystum telja meiri, enn tey gera aðrar ferðir. B68 hevur fleiri torførar uppgávur fyri framman. Eftir ferðina til Sanoyar og KÌ vitjanina skulu teir til Runavíkar, og so skulu teir takast við oddaliðini. Fyrst HB á Svangaskarði og so VB í Vági.


Aldudalurin

B36 var so at siga hara nógvu tey fyrstu umførini. Teir runnu undan øllum hinum liðunum. Eftir fýra ósigrar á rað eydnaðist teimum at vinna í Sørvági og harvið at vaska eitt sindur av lúsingini í Gladsaxe burtur. Men B36 verður ikki longur roknað millum FM biðlarnar.

Tað verður KÍ heldur ikki. Tað hevur gingið skjótt skeiva vegin tey síðstu umførini. KÍ hevur tapt tríggjar ferðir upp í slag. Tað kemur ikki so ofta fyri. Undan summarsteðginum vendi gongdin, tá teir vunnu í Gundadali móti B36. B36 skal til Klaksvíkar, men áðrenn tað fær KÍ vitjan av GÍ, og so skulu teir á Svangaskarð.

Umframt B36 og KÍ eru Sumba og FSVágar í aldudalinum. Annað av hesum liðunum verður beinleiðis niðurflytari. Annan sunnudag hittast liðini í Sørvági, og tá verður tann spurningurin nærri einum svari.

Sandoyingar kunnu framvegis flyta niður. Sjálvt um B71 tapti, so gav avrikið í Gøtu ábendingar um, at teir ivaleyst vera drúgvir í tí stríðnum.18.30, og í morgin venja teir kl. 11.00