2. deild
Stóran part av árinum tóktist tað so, at vágbingar bert skuldu fáa hetta eina árið í aðru deild. Liðið, sum í fjør var sannførandi í trið bestu deildini, hevði meira enn trupult við at fáa stig til høldar, og í fleiri førum var talan um rættiliga greiðar ósigrar.
Síðani summarsteðgin er tó vend komin í. Vágbingar hava spakuliga otað seg longur og longur upp á talvuni, og sunnudagin gjørdu teir aftur eitt lop, tá Sumba var á vitjan í grannauppgerðini.
Sumbingar hava í sínum lagi stríðst fyri rættingum at spæla upp- og niðurflytingardyst móti næst niðasta linum í fyrstu deild, men hendan sannroynd tóktist tó ikki at nerva vágbingarnar nakað serligt. Longu tíðliga í dystinum komu teir á odda, tá altíð vandamikli Birgir Jørgensen sýndi vælkenda máltevið, og so ráddi fyri tað mesta um at halda fast hjá heimaliðnum.
Eini grannauppgerð so líkt, so var talan til tíðir um hart spæl frá báðum síðum, og í seinna hálvleiki gav hetta eisini úrslit í, at vágbingar mistu ein mann. Beint eftir útvísingina fekk væl stríðandi heimaliðið tó enn betri fortreytir fyri sigrinum, tá Niklas Ludvig nakað uttanfyri brotsteigin smekkaði fríspark beinleiðis í málið. Hetta tók mest sum luftina úr sumbingunum, og tó at teir móti dystarenda royndu at leggja trýst á, so komu ikki fleiri mál.
Við sigrinum slapp VB sær upp um bæði LÍF og ÍF á stigatalvuni, og nú er av álvara farið at ljósna fyri framtíðini hjá liðnum. Komandi vikuskifti skulu teir spæla móti júst ÍF, og tó at talan verður um eina trupla uppgávu, so fer tosið helst at snúgva seg um heiðursmerki, heldur enn niðurflyting, um so er, at trý stig eisini spyrjast burtur úr teirri uppgerðini.
Dysturin í tølum
VB-Sumba 2-0 (1-0)
1-0: Birgir Jørgensen
2-0: Niklas Ludvig