Vágbingar varðveita níggju býráðslimir

Til næsta kommunuval skulu vágbingar framhaldandi velja níggju limir í kommunustýrið.


Tað gjørdist greitt á býráðsfundi í Vágs kommunu fyrradagin, tá atkvøtt varð um eitt uppskot um at lækka talið av kommunustýrislimum frá níggju til sjey.


Tað var Conrad Gaard Joensen, býráðslimur, ið mælti til broytingina, ið hann metti vildi vera ein fíggjarligur fyrimunur fyri kommununa.


Harumframt vísti hann á, at ein slík broyting vildi ført við sær, at allir býráðslimirnir fáa sess í nevndum og undirnevndum, og vildi tað styrkt um samarbeiði og samanhaldi í kommununi.


Conrad Gaard Joensen og Heri Hjelm atkvøddu fyri uppskotinum, meðan restin av býráðslimunum atkvøddu ímóti. Sostatt er greitt, at talið av býráðslimum ikki verið broytt.