Vágbingur leiðari og eigari á stórum fiskavirki í Seattle

Eyðfinn Tausen fór í 1975 til New York at starvast og seinni fór hann til Alaska. Eyðfinn tókst við ymiskt næstu árini, til hann í byrjaði í eini fyritøku í 1997. Í dag er hann sjálvur annar eigari av Select Fish og á kortinum, ið hann letur viðskiftafólki, stendur starvsheitið general manager

Jóansøka er farin framvið og í eini hugnaligari stovu í Vági situr ein vágbingur, sum vitjar heimstaðin og mammuna í eina viku árliga. Hetta fasta ferðamynstur hevur hann havt síðani 1994. Eitt sindur ferðatroyttur er hann kanska eftir longu ferðina úr Seattle, men blíður og prátingarsamur.
Eyðfinn Tausen er navnið og á kortinum, ið hann gevur viðskiftafólki, stendur starsvheitið general manager. Eisini stendur virkisnavnið: Select Fish - Distributor of Quality Seafood. Og tað er júst fisk og og virking og útbreiðsla av fiski, ið talan er um. Og eisini góðsku, moral og etikk, sum eru viðurskifti, sum hava nógv meira at siga úti í heimi, enn tað ofta tykist her hjá okkum.
Men hesa søguna venda vit aftur til um eina løtu. Hvussu bar tað til, at Eyðfinn í dag ikki traðkar somu tún, sum tá hann traðkaði sínar barnaskógvar, men er leiðari á fiskavirki í stórbýnum Seattle?
Til USA
Tað var í 1975, at Eyðfinn, sum í dag er 50 ára gamal, fór til USA at starvast fyri uttanríkisministeriið í New York á konsulátinum har. Hann var tá liðugur at lesa í Danmark og hevði verið heima aftur eitt skifti. Hetta tókst hann við í tvey ár. Tá gekk sáttmálin út. Sonur Hákun Djurhuus, fyrrv. løgmann, arbeiddi tá sum generalkonsul har. Í felag funnu teir útav at leingja starvstíðina. Seinni fór Eyðfinn til Alaska. Hetta var í 1978.
Hann starvaðist sum sølumaður fyri Baader og seldi maskinur frá 1979 til 85. Hesa tíðina fann hann sær eisini gentu og giftist.
Frá 1985 til 89 starvaðist hann hjá samtakinum Alaska Trawler. Hann var project manager. Í 1990 til 1997 hevði Eyðfinn eitt virki, sjálvur annar, ið var eitt handilsvirki.
- Í Alaska fáa teir nógvan flatfisk, ið fer burtur. Eg helt vera áhugavert at skera hetta til flak. Men síðani kom nýggj veiðulóg. Tá datt henda ætlan, sum klaksvíkingar eisini vóru við í, niðurfyri. Tað var jú gott at tað hendi tá, og ikki seinni, greiður Eyðfinn frá, og sipar til, at um tier tá høvdu verið komnir longri á leið við ætlanini, so høvdu teir óivað verið raktir meint.
Selct Fish
Eyðfinn hevði roynt at arbeitt innan fisk áður.
- Eg lovaði, tá eg sum unglingi var liðugur innan uttanríkisministeriið, at eg skuldi ongantíð fáast við fisk aftur. Men?"it grows on you", okey?, spyr Eyðfinn, fyri at tryggja sær, at blaðmaðurin fær við, at hann sipar til, at fiskivinnan hevur lyndi til at fara í blóðið, ein verður hangandi.
Virkið, sum Eyðfinn nú starvast í, kallast Select Fish. Select Fish byrjaði í 1988. Eyðfinn kom inn í myndina í 1997 sum general manager og er í dag eisini sjálvur annar eigari. Tað gongur væl hjá Select Fish, ið keypur, viðgerð og selur fisk. Útbreiðsla gongur fyri seg við frystibilum. Virkið hevur júst fingið nýggjan bygning. Virkið er eisini vorðið tvær ferðir so stórt síðstu 3 árini og verður helst størri.
Í dag arbeiða eini 35 fólk hjá Select Fish.
- Men tað kemur ikki av sær sjálvum. Tað er strævið. Tað er stór kapping og stór virki. Men vit hava funnið nakað serstakt, sum er okkara, sigur Eyðfinn Tausen, sum fegnast um, at av og á støkka føroyingar inn á gólvið, tá teir eru á leiðini.
Góðska, moralur og etikkur
Á Select Fish fáast tey mest við línufisk og hesum er kundin eisini áhugaður í. Hetta hevur nakað at gera við, at úti í heimi er ein vaksandi tilvitan um náttúru, umhvørvi og stovnsrøkt við til at mynda handilin innan fiskivinnu.
Og Eyðfinn nevnir nakrar orsøkir til, at best er at halda seg til línufiskin mest møguligt.
- Vit royna at halda góðsku. Vit royna at fáa fisk, sum er fiskaður við línu og snellu. Eitt eitur trolling, har tey dyrgja eftir laksi. Vit vilja ikki hava trolfisk og tvær orsøkir eru. Tað er góðskusjónarmiðið og so skal ein eisini hugsa um, hvat er gott og hvat er ringt fyri fiskastovnarnar, greiður Eyðfinn frá. við stórum innliti og við livandi orðum, so ein ikki ivast í, at hetta er nakað, sum hevur stóran týdning.
- Vit halda okkum eisini til kundar, sum hava somu mál, sigur Eyðfinn, sum leggur dent á, at tað snýr seg ikki bara um keyp og sølu av fiski. Moralur og etikkur er eisini týðandi partur.
Og í Select Fish eru teir limir í Marine Steward Council, sum er samtak, sum hevur góðkent nakrar fiskastovnar, sum verða væl røktir. Talan er bert um villar stovnar. (Meira fæst at vita við at klikkja á www.msc.org )
- Eg veit ikki um ein kann reka eina fyritøku á slíkan hátt í Føroyum, spyr Eyðfinn hugsunnarsamur, meðan hann greiður frá, at teir samstatva við eina handilsketu, sum hevur 140 deildir kring USA, og selt verður til eini 30 av hesum deildum.
Men Eyðfinn ivast ikki í, at tá ein hevur slík mál í sínum starvi, so verður tað eisini meira áhugavert.
Prátið gongur lystiliga um moral og etikk í fiskivinnu og matvøruframleiðslu og skilligt er, at her er nakað, sum veruliga hevur nógv at týða fyri Eyðfinn, eisini tí, at hetta er stórur partur av handilsvinnuni sum heild í dag.
- Vit selja eisini alilaks og har koma vit sjálvsagt í eina tvístøðu, men alivinnan er komin fyri at vera, sigur Eyðfinn, tá vit koma inn á føroyska samfelagið og broytingarnar her seinnu árini.
- Men alivinnan er eisini ein ídnaður í vanda, tí teir vinna ikki pening, sigur Eyðfinn, meðan hann skoðar í gjøgnum vindeygað og oman á bryggjuna í Vági, har Pan-Fish er við í samstarvinum um laksavirkið, sama risafelag, sum Eyðfinn keypur fisk frá í Seattle.
Og sjálvsagt fellur prátið á sjúkurnar í alivinnui. Í USA eru ikki somu sjúkur. men til dømis ein parasittur, Kudoa, ið ikki sæst, fyrr enn fiskurin verður flaktur. Tí kann sjúkur fiskur fáa fóður í áravís.
- Tí spyrja vit altíð, hvaðani fiskurin er, tí vit hava nøkur øki, har vit keypa, tí alt er sum tað skal har, greiður Eyðfinn frá.
- The bottom line, okey? Ov nógv fólk fáa góð hugskot samstundis. Tað hendi innan flakatrolararnar í Alaska, tað hendi eisini innan aling, sigur Eyðfinn.
Broytingar heima
Tosið hevur nú verið kring bæði etikk, sjúkur og gen-manipulatión. Men hvussu er annars hjá so fjarskotnum føroyingi at vitja heima?
- Eg havi vitjað heima á hvørjum ári síðani 1994. Men eg kenni færri og færri fólk. Kendi t.d. ongan, tá eg kom suður við Smyrli hesaferð og tað er ikki hent áður, tí vanliga kennur ein onkran, sigur Eyðfinn.
- Jú, her henda broytingar, vit gerast jú øll eldri, skemtar Eyðfinn, sum fór av landinum aftur í gjár.
Leiðin gongur so aftur til háhúsini í Seattle, eftir at hava vitjað gamlar gøtur í heimstaðnumVági. Í Seattle bíða kona og 3 børn, sum eru 21, 19 ogb14 ára gomul. Og so bíðar sjálvandi eisini fyritøkan og nýggi bygningurin. so eingin orsøk er hjá Eyðfinni Tausen at keða, tá hann eftir ferð í tveir dagar, aftur kann fara í holt við fisk, moral og etikk.