Føroyski dansarin og koreografurin, Vígdis Hentze Olsen, luttekur í hesum døgum við dansi á stórari skinnframsýning í Herning.
Vígdis H. Olsen og aðrir dansarar frá Stepz Dansestudio gera eina heldur øðrvísi mótasýning á skinnframmsýningini, tí tey vísa klæðir fram, meðan tey dansa. Hesar mótasýningarnar eru tvær ferðir um dagin.
Á mótasýningunum gongur Vígdis H. Olsen á stúltum.
- Hetta er annarleiðis og spennandi at royna. Fólk blíva rættiliga bilsin, tá tey síggja stúlturnar, so tað er stuttligt. Fyri meg er tað eisini áhugavert at skula vísa nakað fram, ímeðan eg dansi, sigur Vígdis H. Olsen.
Á heimasíðuni hjá Kopenhagen Fur ber til at síggja videobrot, har Vígdis greiðir frá, hvussu tað er at vísa mótaklæðir fram og samstundis skula dansa.
Til ber at síggja videobrotið her