Áðrenn Vígdis Skorheim átti dóttur sína Vón í 2011, hevði hon stórar vónir um nýggju tilveruna sum mamma.
- Eg væntaði, at eg fór at kenna djúpa gleði og nærleika til lítla barnið, tí tað eru tær kenslurnar, sum eru álagdar eini mammu, og sum bæði mamman sjálv og hini rundan um mammuna taka fyri givið, sigur hon.
Hon gleddi seg eisini til nýggju tilveruna, og hon sá barnsburðarfarloyvið fyri sær sum eina hugnaliga tíð, har hon fór at hava bæði tíð, orku og yvirskot til at trilla og og hugna sær saman við dóttur síni.
- Eg ivaðist ikki í, at eg fór at hava orku til at njóta tað, staðfestir hon.
Tekini til barnsburðartunglyndi kunnu vísa seg í viðgongutíðini, eftir at barnið er føtt og fyrsta liviárið hjá barninum, upplýsir Gigni á heimasíðu teirra.
- Kanningar vísa, at umleið tíggju prosent av øllum mammum fáa barnsburðartunglyndi í samband við, at tær fáa eitt barn. Eitt sum eyðkennir hesar mammur er, at tær ofta líða í stilli og uttan at gera so nógv um seg. Hetta ger, at barnsburðartunglyndi ikki altíð verður so sjónligt, og mammurnar fáa tí ofta ikki ta hjálp, sum teimum tørva. Pápin og møguliga onnur avvarðandi, sum eru nær við mammuna, hava ofta ringt við at skilja hvat tað er, sum hendir við mammuni, skrivar Gigni.
Vígdis kennir seg aftur í hesum tíggju prosentunum, og greiðir frá, at tað ómetaliga skjótt varð týðiligt, at gleðin, sum hon væntaði at kenna ikki var har.
- Tríggjar vikur eftir, at eg hevði átt, hugsaði eg, at hetta er tyngri enn tað, sum eg hevði væntað. Tann gleðin, sum eg møtti frá fólki mína og okkara vegna, skilti eg ikki. Eg fekk ofta lukku ynski við viðmerkinum, so sum “sum tað er spennandi, stuttligt og deiligt hjá tær”. Eg skilti tað ikki, og eg minnist, at eg hugsaði, at eg veit veruliga ikki, hvat tað er, sum er so deiligt við hesum, sigur hon frá.
Umframt at vera ógvuliga móð og máttleys, so var Vígdis eisini ómetaliga kedd ta mesta av tíðini í minst eitt ár, eftir at hon varð vorðin mamma, men tað var torført at skilja, hvør grundin var til ógvusligu kenslurnar.
- Tað fyrsta árið sat eg nógv heima og græt, sigur hon.
Les alla samrøðuna við Vígdis í Vikuskiftis Sosialinum, sum er í sølubúðunum nú. Í blaðnum er stórt tema um barnsburðartunglyndi. Sosialurin kann eisini keypast í talgilt her