Vígdis og Aggi sýna fram í Smiðjuni

Vígdis Sigmundsdóttir og Aggi Ásgerð Ásgeirsdóttir fara í morgin at sýna fram í Smiðjuni í Lítluvík. Listarverkini hjá teimum eru sera ymisk, onnur ger naturalistisk klipp, meðan hin ger nonfigurativir oljumálningar

Og tær eru samdar um, at hetta eru tvær ymiskar verður sum møtast, og við at blanda tær sleppur humor´in at seta sín dám á og køva tað ofta so hátíðarliga, sum eyðkennir málningar.

Eitt hanagleiv kann gerast ein long og spennandi ferð. Á hvørjum ári fara Vígdis Sigmundsdóttir og Aggi Ásgerð Ásgeirsdóttir túrin kring oyggjarnar, sum tær nevna hanagleiv, steðga á og súgva til sín.

Vígdis skitserar og tekur myndir, serliga bygdaløgini og húsini hugtekur hana, sum síðan gerast til litrík og stemningsfull klipp. Meðan Aggi zoomar inn og granskar smáar partar av náttúruni, eitt nú eygleiðir ein fantastiskan bøkk, sum síðan verður pettaður sundur og hómast aftur í brotum á løriftinum.