Vígdis við nýggjum staklagi

Vígdis Fjallstein, sum vit kenna best úr Faroe5, hevur júst lagt út spildurnýtt staklag á YouTube umvegis fjepparasíðu sína á Facebook.

 

Vígdis hevur í eitt longri tíðarskeið havt framførslur sum solistur. Haraftrat arbeiðir hon við at gera egið tilfar. Hetta sæst millum annað aftur á nýggju Amnesty fløguni, sum kemur út seinni í ár, har Vígdis eigur eitt av teimum tíggju løgunum, sum fingu pláss á fløguni. Eitt lag, sum hon gjørdi saman við mammu sínari Hansu Fjallstein, ið skrivaði orðini.

 

Nú er Vígdis aftur frammi við feskum tilfari, sum hon hesaferð hevur gjørt saman við Eyðfinn Jensen og Thor Simonsen. Tað er eisini Eyðfinn, sum hevur framleitt og tikið upp saman við Bárður Háberg, ið so hevur miksað og masterað sangin.

 

Forget You, sum lagið eitur, verður ivaleyst at hoyra, tá Vígdis spælir á Ó-festivalinum í Steinatúni í Havn tann 28. juli klokkan 23. Inn til ta tíð ber til at hoyra lagið á leinkjuni niðanfyri hesa grein.

 

www.youtube.com/watch