veir Pál´ar eru á manna tungu í hesum døgum. Annar fyri at hálvgum krevja, at vit skulu gevast at eta tann matin, sum okkum líkar best: grind og spik. Hin tí hann hevur vunnið okkum trý evropeisk gull í svimjing. Tí var tað kanska ikki so løgið, at Sjúrður Skaale bað stóru mannfjøldina á Vágsbøi rópa »hurrá« fyri Pál Weihe, sum kortini bleiv rættað til Pál Joensen. Og gjørdist tað Pál Joensen, sum loksins bleiv fagnaður.