Vágsbygd tøk á netinum

Vágur er nú millum bygdirnar, sum til ber at síggja á vevmyndatólið




Í longri tíð hava støð og bygdir í Føroyum verið tøk á netinum alt samdøgri, tí vevmyndatól er sett upp kring landið.

Suðurrás hevur í eina tíð arbeitt við ætlanum um at fáa Vág við í vaksandi bólkin av net-tøkum bygdum, og herfyri bar samstarv millum Føroya Tele og Suðurrás so við sær, at Vágur eisini sæst á netinum.

Myndatólið, ið endurnýggjar myndirnar við jøvnum millumbilum, er sett upp ovarliga í bygdini, og útsýnið er yvir bygdina og vestur móti Eiðinum.

Myndirnar síggjast á www.sudurras.com og www.potal.fo