Vágur heiðrar hetju síni

Tað var ikki hissini móttøka, hetjan úr Beograd, Pál Joensen, fekk, tá hann fyri løtu síðani í sigurstriumfi kom aftur til heimbygd sína, Vág Stórt fýrverk á Krambatanga og hornblástur legði støðið fyri móttøkuni av Pál Joensen, nú hann er komin aftur til heimoyggj og heimbygd sína eftir ótrúligu avrikini í Beograd í síðstu viku.

Fleiri hundrað fólk vóru møtt upp á Krambatanga við fýrverki og fløggum, og eina løtu hoyrdist ikki mannamál fyri teimum mongu tíggjutals bilunum, sum við hornunum í botni bjóðaðu Páli Joensen og Jón Bjarnason væl heimaftur komnar.

Bilarøðin av Krambatanga vestur á Eiðið í Vági var so long, sum eygað rakk, og tá komið var vestur í VB-høllina var parkeringsplássið mest sum avtikið av bilum.

Seinasta teinin av Nesi og vestur á Eiðið var liðið koyrt í opnari »kortegu«, og allastaðni fram við vegnum stóðu fólk og veittraðu, antin við naknum armum ella við papprírsfløggum í hendi.

Komnir vestur til høllina var tað, sum tá tey kongiligu halda audiens. Ein nærmast endalong røð av tillukku ynskjandi fólki bíðaðu í tolni at sleppa fram at teimum báðum hetjunum at heilsa upp á.

Síðani var farið innar í høllina, sum var stúgvandi full, meðan umboð fyri Suðsvim og borgarstjórin í Vági, Kirsten Strøm Bech, fluttu fram heiðursrøður.

Pál Joensen fekk fleiri heilsanir og fleiri gávur undir móttøkuni, sum eisini bjóðaði upp á tveir nýggjar sangir, yrktir Páli Joensen til heiðurs.

Almenna móttøkan endaði við stórum fýrverki, sum tó av ljósa kvøldinum ikki heilt kom til sín rætt.

Lesið annars stóra frásøgn í Sosialinum í morgin.