Vágur skal vera nummar eitt um fimm ár

Ì 2010 skal Vágur verða í fremstu røð. Tað er endamálið við eini víðfevndari menningarætlan, sum fer av bakkastokki í kvøld

Menningarætlan

Visjón 2010.
Tað er heitið á eini stórfingnari menningarætlan fyri Vágsbygd.
Endamálið við hesi menningarætlan er líka stórfingið, sum navnið á henni. Og tað er, at í 2010 skal Vágur verða í fremstu røð.
Hetta málið skal røkkast við einum neyvum og miðvísum samstarvi ímillum Vágs Kommunu, fyritøkur, stovnar, felagskapir, áhugabólkar og einstaklingar í Vági.
Í eina tíð hava Vágs Kommuna og granskingardepilin fyri økismenning lagt menningarætlanina til rættis.
Og startskotið til hesa menningarætlan verður latið av í kvøldklokkan 18, tá ið almennur fundur verður í Framtíðini í Vági, har tey fara at greiða frá ætlanini.
Ein leiðslubólkur er settur at stíla fyri og í honum sita býráðspolitikararnir, Kirstin Strøm, borgarstjóri, Ásgerð Stenberg, varaborgarstjóri og býráðslimirnir Jógvan Krosslá og Sølvi Andreasen. Sostatt er ein býráðslimur fyri hvønn flokk við í leiðslubólkinum.
Afturat teimum eru so Dennis Holm í granskingardeplinum fyri økismenning og Annlis Bjarkhamar í leiðslubólkinum.

Skapa samstarv og byggja brýr
Talan er um eina menningarætlan í 18 punktum. Talan er um 18 verkætlanir, sum ymsir bólkarskulu arbeiða miðvíst við hesi komandi fimm árini.
Hvør bólkur fær ein ítøkiligan arbeiðssetning at arbeiða við og her er talan um verkætlanir á øllum samfelagsøkjum, bæði á vinnuliga økinum, kommunala økinum og mentanarliga økinum.
-? Skal fólkið trívast í einum øki, er tað sjálvsagt neyðugt at hava arbeiðspláss, bæði til faklærd og til ófaklærd. Men mentanartilboð og frítíðartilboð annars eru eisini neyðugir fyri at skapa trivnað í einum øki og fyri at fáa fólk at støðast, sigur Annlis Bjarkhamar sum er samskipari í leiðslubólkinum, til rættilig gongd er fingin á arbeiðið.
Tey eru eisini sannførd um, at tað hevur alstóran týdning, at so nógv fólk sum gjørligt taka lut í teimum ymisku verkætlanunum og tí vóna tey, at so nógv, sum gjørligt møta á fundinum í Framtíðini klokkan 18 í kvøld.
? Vit vóna sjálvsagt at so nógvar vágbingar sum gjørligt við vitan á ymsum økjum, eru sinnaðir at verða við í verkætlanini og vilja vera við í teimum ymsu arbeiðsbólkunum, sigur Annlis Bjarkhamar.
? Endamálið við allari menningarætlanin er at fostra nýggj hugskot, at nýggjar verkætlanir síggja dagsins ljós, at nýggj samstørv verða ment og at brýr verða bygdar millum vinnuna, felagsskapir, áhugabólkar og einstaklingar í Vági.
Kirstin Strøm Bech, borgarstjóri, sigur, at Býráðið er farið at arbeiða við hesi ætlanini, tí tað er neyðugt at vágbingar sjálvir taka stig til at venda gongdini og ikki sita hendur í favn.
? Tað er ikki yvir at dylja, at Vágbingar hava ikki so gott orð á sær, tí nógv halda, at vit bara grenja. Tí má ímyndin av Vági broytast og tí er tað neyðugt at vit sjálvi taka stig til at venda gongdini, sigur borgarstjórin.
? Vit mugu sjálvi ávirka framtíðina, tí vit kunnu sita afturá og bara bíða eftir at onkur annar tekur neyðugu stigini fyri okkum, leggur hon afturat.
Nú verður nógv tosað um samstarv ímillum kommunur og ímillum vinnulív. Hví verður ein slík menningarætlan ikki gjørd fyri alla oynna?
-? Tað er neyðugt virka í lokaløkinum, men tað er ongin sum forðar teimum ymsu arbeiðsbólkunum at fara útum kommunumark og enntá útum landoddarnar, fyri at skapa samstarv, sigur Kirstin Strøm Bech.
Hon vónar, at vágbingar halda seg framat og melda seg til at vera við í arbeiðnum,

18 verkætlanir
Tær 18 verkætlanirnar, sum skulu fáa Vág í fremstu røð aftur um fimm ár, eru:
- Vágur skal vera miðdepilin fyri sjóvinnutænastur
- Lokal førleikamenning
- Bøta um ímyndina av Vági
- Styrkja um tænastur og tilboð til ferðavinnuna
- Ferðavinnuverkætlan: Johanna TG 326
- Betri og fjøltáttaði mentuanar- og frítiðartilboð
- Vágur á Føroyakortið
- Samstarv millum fiskiskip, fiskaframleiðarar og fiskaútflytarar
- Vágur, reinasti býur í landinum 2008
- Menning av skúla- og útbúgvingartilboðum
- Ein tryggan og mennandi uppvøkstur
- Styrkja tilknýtið hjá ungdóminum til Vág
- Hugskotsfundir: Nýggjar vinnur, gongd á aftur
- Ígongdsetararstuðul og Vinnuráðgevingarstova
- Fjøltáttað frítíðarundirvísing
- Støðug betran av kommunalum tænastum
- Kappróðrarneyst og Grindabátasavn
- Fjøltáttað tilboð til børn og ung: Framhald av verkætlanini Skapandi Spírar