Víðka ídnaðarøkið á Rituvíkarhálsi

Ídnaðarøkið hjá Runavíkar Kommunu á Rituvíkarhálsi, verður víðkað og gjørt byggibúgvið. Áhugi er fyri grundstykkjum á økinum

Kommunutíðindi

Runavík:
Ídnaðarøkið á Rituvíkarhálsi verður víðkað munandi, eins og tað verður gjørt byggibúgvið, sigur borgarstjórin í Runavíkar Kommunu, Rodmundur Nielsen. Ein høll verður bygd beinanveg, og aðrir fyrispurningar eru eisini, sigur hann.
Rodmundur Nielsen, borgarstjóri í Runavíkar Kommunu, sigur, at talan er um ein bygning hjá partafelagnum Klement Petersen í Saltangará, sum byggjast skal á økið, tá byggibúgvið er.
Júst hvat høllin skal brúkast til, veit borgarstjórin ikki nágreiniliga at siga, og Símun Mitún, stjóri hjá Klement Petersn, var staddur uttanlands og ikki at hitta, tá Sosialurin royndi at fáa orð á hann.
Hinvegin veit Rodmundur Nielsen at siga, at ídnaðarøkið verður víðkað munandi, tí áhugi er fyri at sleppa at byggja har. Hvørjum hinir fyrispurningarnir, kommunan hevur fingið, eru frá, vil hann tó einki siga um enn, tí einki er avgjørt.
Grundstykki eru tøk til einar tríggjar hallir, sigur borgarstjórin, og økið verður gjørt soleiðsis at til ber at víðka aftur, tá brúk er fyri tí.
Umframt at víðka samlaða økið, verður ymiskt gjørt liðugt inni á sjálvum økinum, sigur Rodmundur Nielsen. Sovorðið sum innkoyring, vegir, kantar, gongubreytir og ljós verða gjørd liðug nú beinanveg, so økið kann takast í brúk, so hvørt bygt verður á tað, sigur hann.
Tað er byggifelagið RTS Contractors í Runavík, sum stendur fyri arbeiðinum á Rituvíkarhálsi.
Kostnaðurin fyri ta víðkanina, sum gjørd verður nú, fer at liggja nærri teimum trimum milliónunum, sigur Rodmundur Nielsen, borgarstjóri í Runavíkar Kommunu.