Eisini hjá donsku TTipstænastuni verður gjørt nóg burturúr, nú HM stendur fyri framman.
Til ber sjálvandi at spæla upp á allar dystir í kappingini, og sum nakað nýtt kann hetta gerast sum single-spæl. Altso noyðist veddarin ikki gita fleiri dystir rættar, um afturgjald skal verða veruleiki.
Hartil verður talan eisini um sonevnd live-odds. Hetta er ein skipan, sum hevur verið vanlig í Onglandi, og hon inniber, at tað nú eisini ber til at spæla upp á dystirnar, meðan hesir eru ígongd. Sjálvandi broytast oddsini so hvørt, sum dysturin gongur, men tað nýtist nú ikki at vera keðiligt. Eitt nú vóru nógvir Liverpool-fjeppara, sum fyri tveimum árum síðani nýttu hálvleikin í Champions League finaluni til at at spæla upp á sítt lið sum vinnarar. Tað skal kanska leggjast afturat, at støðan tá var 3-0 til Milan, og at oddsini upp á Liverpool-sigur tá vóru komin upp á 300!