Víðka um virksemið

Húsavarðartænastan hevur í hesum tíðum valt at víðka um sítt virksemið, og fyri mánað síðani yvirtóku teir gólvdeildina hjá Litaval og teir ordrar, sum fyritøkan lá inni við. - Hetta er ein nýggj avbjóðing, sigur Sámal Erik Hentze, stjóri í Húsavarðartænastuni

Fyrradagin vóru liðin níggju ár síðani Húsavarðartænastan sá dagsins ljós. Tað vóru teir báðir Sámal Erik Hentze og Jens Kristian Hansen, sum slóu seg saman um fyritøkuna.
Báðir eru kendir frá fótbóltinum, og tá neyðugt varð at taka fleiri fólk inn, gjørdist talan um eina »fótbólts« fyritøku burtur av.
- Uppruna tankin var at nøkta ein tørv, sum vit mettu var til staðar. Tað er jú hópurin av fyritøkum, sum ikki hava tørv á einum húsavørði fulla tíð, og har mettu vit, at vit kundu nøkta ein tørv. Trupulleikin gjørdist tó skjótt, at vit ikki megnaðu uppgávuna einsamallir, og tí var neyðugt at seta fleri fólk í starv, sigur Sámal Erik Hentze.
Eitt tíðarseið vóru teir so umframt báðar eigararnar eisini Fróði Benjaminsen og Soren Anghel í fyritøkuni.
- So tú kanst ætla, at tað var fótbóltsprát burtur av, serliga meðan kappingin var í gongd, sigur Sámal Erik Hentze.
Men tá teir gjørdust fleiri í fyritøkuni, var eisini neyðugt at fáa størri arbeiði til høldar.
- Vit brúktu tey størru arbeiðini sum eitt slag av basu, har vit so kundu senda fólk út til tær uppgávur, at lógu í avtalunum við fyritøkurnar um húsavørðar, sigur Sámal Erik Hentze.

Einsamallur eigari
Við tíðini hevur Húsavarðartænastan bygt upp eitt kundagrundarlag sum ger, at teir í dag hava heili 21 fólk á lønarlistanum.
- Vit hava í dag 22 sáttmálar um húsavarðartænastur hjá ymiskum fyritøkum, og hartil hava vit eisini nøkur størri arbeiðir í gongd. Alt hetta ger, at vit kunnu stýra arbeiðinum og samskipa húsavarðartænasturnar við størru arbeiðini, sigur Sámal Erik Hentze.
Eitt av størru arbeiðunum hjá Húsavarðartænastuni er umbyggingin av gomlu hølunum hjá Ejnars Prent í Vørðsluni. Har skal Tórshavnar kommuna hava kvøldskúla.
Hóast nógv verður tosað um vánaligar tíðir, so er Húsavarðartænastan ein av teimum fyritøkunum innan húsasmíð og líknandi, sum ikki vil kæra sína neyð.
- Nei, vit hava havt nóg mikið at gera higartil, og tað frættist tað sama frá fleiri øðrum byggifyritøkum, sigur Sámal Erik Hentze.
Hann stovnaði Húsavarðartænastuna 1. mars 2001 saman við Jens Kristian Hansen, men í oktober 2008 valdi Jens Kristian Hansen at taka seg úr fyritøkuni, og Sámal Erik Hentze keypti hann tískil burtur úr Húsavarðartænastuni, sum Sámal Erik nú eigur einsamallur. Jens Kristian Hansen arbeiðir tó framvegis í fyritøkuni, men nú tó sum vanligur arbeiðsmaður.

Gólválegging
Fyri tíð síðani setti Litaval seg so í samband við Sámal Erik Hentze og bjóðaði honum at yvirtaka gólvdeildina hjá fyritøkuni.
- Hetta var gjørt í sambandi við eina umlegging av virkseminum hjá Litaval. Fyritøkan stendur fyri stórum broytingum, og ætlanin er nú at Litaval skal gerast ein heilsøla innan gólv, og heldur lata vøruna enn at gera sjálva gólváleggingina sjálvir, sigur Sólbjørn Thomsen, sum má sigast at vera ímyndin av gólvdeildini hjá Litaval.
- Eg umhugsaði sjálvandi hetta tilboðið og kannaði marknaðin og kom so til, at hetta er eitt øki, sum passar væl inn í okkara konsept, eins og gólválegging generelt er eitt øki, sum ber seg, sigur Sámal Erik Hentze.
Hann gjørdi tó av at draga aðrar inn í nýggju deildina, og hóast Húsavarðartænastan stendur sum eigari av gólvdeildini, so er eigarskapurin kortini í felag við Jan Falkenberg, sum hevur fingist nógv við gólválegging, og við Fróða Clementsen.
Sámal Erik Hentze heldur fram sum stjóri í Húsavarðartænastuni, meðan Jan Falkenberg er stjóri í gólvdeildini.

Seks mans tilsamans
Tá Húsavarðartænastan 5. februar yvirtók gólvdeildina hjá Litaval, fylgdu tríggir gólváleggjarar og tríggir bilar eisini við, umframt áleggingaramboð.
- Vit yvirtóku eisini teir ordrar, sum Litaval hevði innan gólválegging, og tað er sjálvandi ein góð byrjan. Okkurt stórt arbeiði flutti yvir til okkum, eitt nú gólváleggingin í Ósáskúlanum í Klaksvík, sum er eitt rættiliga stórt arbeiði, sigur Jan Falkenerg, stjóri á gólvdeildini.
Sámal Erik Hentze heldur ikki, at ringar tíðir neyðturviliga gera tað ógjørligt at byrja nakað nýtt.
- Talan er bara um eina eitt sindur størri avbjóðing, og prísirnir skuldu eisini verið meiri rímiligir í verri tíðum, sigur Sámal erik Hentze.
Teir eru seks mans knýttir at nýggju gólvdeildini, og teir eru 21 tilsamans á lønarlistanum.
- Vit hava eisini júst tikið tveir lærlingar inn í januar, so tað er ein góð ábending um, at vit hava nóg mikið at gera, sigur Sámal Erik Hentze.
Nýggja virksemið hevur við sær, at Húsavarðartænastan kann bjóða øll sløg av gólvi, tað verið seg til nýbygd hús ella virkir ella til umvælingar. Og Sólbjørn Thomsen ynskir nýggju eigarunum blíðan byr.
- Vónandi taka teir gomlu, trúgvu kundarnir, sum Litaval hevur havt gjøgnum mong ár, væl móti nýggju eigarunum, sigur Sólbjørn Thomsen.
Í sambandi við økta virksemið hevur Húsavarðartænastan valt av savna alt á einum stað undir nýggjum telefonnummari. Nú fáa kundarnir fatur á vanligu tænastunum umframt gólvdeildini á tlefon 290029.