- Spælararnir sleppa í býin í kvøld, tað hava teir uppiborið. Tað eru 9 dagar til vit skulu spæla aftur. Sámal Erik "Bagge" Hentze, høvuðsvenjari hjá Víkingi er ovurfegin um góða 2-0 sigurin á verandi føroyameistarunum, B36 á útivølli.
Bagge ásannar tó, at tað stóð á gomlum nøglum í fyrra hálvleiki, har Víkingur haltaði aftaná, og B36 kundi havt revsað teir, men hann heldur, at Víkingur er eitt av teimum liðunum, sum hevur nakrar framúrskarandi einstaklingar, sum kann venda dystum, og tað kom liðnum til góðar í kvøld.
- Vit taka ein dyst í senn, og vit mugu verða klárir, um KÍ snávar, men vit mugu fyrst og fremst hugsa um okkum sjálvar, staðfestir Bagge.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge hevði beinleiðis á Rás2 við Bagga aftaná 2-0 sigurin hjá Víkingi fyrr í dag.