Víkingur roynur av øllum alvi at bjarga einum undir miðal kappingarári, har tað hvørki hevur gingið eftir vild í landskappingini ella steypakappingini. Við einum sigri kemur Víkingur uppá 24 stig og so er ikki óhugsandi at teir kunnu gera seg galdandi í oddastríðinum. Fyri FC Suðuroy hevur dysturin stóran týdning í botnstríðinum, har teir og AB eru í vanda fyri at liggja eftir, nú hini liðini í niðarihálvu eru farin at samla sær stig saman.
Úr Gøtu ljóðar, at fyri uttan Súna Olsen og Andreas Lava Olsen, so eru allir menn tøkir hjá heimaliðnum. Veðrið er eisini av tí allar besta at spæla fótbólt í.
Dysturin byrjar kl 18.00.