Víkingar í Sarpugerði

Á eykaaðalfundi í gjárkvøldið varð avgerð tikin um, at samanlagda GÍ/LÍF skal eita Víkingur

Fótbóltur

 

Talan var um uppskot frá Rúna Bjarkhamar, sum einmælt varð samtykt sum nýggja navnið hjá felagnum. Víkingur, sum nýggja felagið altso eitur, fer at spæla sínar heimadystir í Sarpugerði, ið er tann vøllurin, sum kommunurnar vilja syrgja fyri lýkur neyðugu FSF-krøvini.

GÍ og LÍF gjørdu herfyri av at leggja saman í nýtt felag. Og millum fyrstu málini á skránni hava verið nýtt navn og nýggjur spælibúni til felagið.

Nú er navnið so funnið, men enn hevur nevndin ikki gjørt av, hvussu spælibúnin fer at síggja út. Á stovnandi aðalfundinum tóktist semja tó vera um, at litirnir skuldu hvørki verða gulir ella grønir, tí tað er umráðandi, at felagið fær ein nýggjan samleika, sum ikki er tengdur meira ella minni at GÍ ella LÍF.