Víkingar á stevnuvitjan

Dysturin á Skála er fluttur til leygardag, nú bygdastevna er á skránni

Fótbóltur

 

Enn er talan um rættiliga javna støðu í botninum á stigatalvuni, og tí er einki at ivast í, at Skála fer eftir øllum trimum stigunum, nú teir fáa vitjan av Víkingi.

At talan er um stevnudyst, ger neyvan motivatiónina at vinna minni, tó at steypið ivaleyst vigar minni enn møguleikin fyri teimum trimum stigunum ger tað.

Hjá Skála hevur venjarin, John Petersen, tó sítt at hugsa um, tá liðið skal setast. Umframt langtíðarskaddu Teit R. Joensen og Petur Paula Mikkelsen noyðist John Petersen helst eisini at vera tveir aðrar spælarar fyriuttan. Rumenski verjuspælarin, Vali, og Erland B. Danielsen eru báðir skaddir, og tað verður mett sera ivasamt, um teir báðir eru tøkir longu leygardagin.

Hjá Víkingi er talan langt ífrá um somu trupulleikar. Har hava teir framvegis allar mans tøkar, og kunnu teir fáa trý stig við sær úr dystinum, fer stigatalvan skjótt at líkjast heilt hugaligum lesnaði.