##med2##
Aftaná EM-undankappingardystin millum Spania og Føroyar, ið krútsterka heimaliðið vann 4-0 fekk Tróndur Arge orðið á liðfelagarnar á landsliðnum, og liðfelagarnar í Víkingi, Atla Gregersen, liðskipara og Sølva Vatnhamar.
Báðir staðfesta, at føroyska liðið stríddist fyri sakini í Gijon, og tað ber ikki til at seta fingurin á, men teir iðra seg um, at tað liviliga 0-2 tapið bleiv skemmað seinastu løtuna av tveimum sponskum málum, ið føroyska liðið burdi vart fyri.
Atli Gregersen iðrar seg serliga um, at Jóannes Bjartalíð ikki fekk bóltin framvið David de Gea í spanska málinum, tí sum Atli sigur: Jóannes skorar 9 av 10 av hasum í Føroyum.
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðurnar Tróndur Arge gjørdi við Atla Gregersen og Sølva Vatnhamar aftaná dystin millum Spania og Føroyar.
HER ber til at hoyra samrøðurnar Tróndur Arge gjørdi við Jóannes Bjartalíð og Andrias Eriksen.
HER ber til at hoyra samrøðurnar Tróndur Arge gjørdi við Brandur H. Olsen og Lars Olsen, landsliðsvenjara.