Víkingarnir stóra virðing fyri Runavík

Teir gulu og svørtu rannsaka seg sjálvar fyri at finna út av, hvør orsøkin er til, at tað fleiri ferðir hevur kiksað fram ímóti dystarenda

Um tað í teimum seks umførunum, sum higartil eru avgreidd bara hevði havt verið spælt í 70 minuttir hvørja ferðina, so hevði NSÍ verið millum tey fremstu á talvuni. NSÍ er á niðurflytingarplássi, og orsøkin er, at tað fleiri ferðir hevur kiksað fram ímóti dystarenda.
– Eg dugi ikki at siga, hvat tað er, sum er galið, men hetta mugu vit arbeiða við í vikuni, segði Kári Reynheim venjari í samrøðu við 3-2 eftir 3-2 tapið í Klaksvík.
Í teimum fyrstu fimm umfør­unum helt NSÍ venjarin fast við somu fyrstu ellivu. Í Klaksvík vóru fleiri broytingar. Pál Mohr Joensen og Óli Arge vóru millum teir fyrstu ellivu, og Jens Joensen var í álopinum.
Avbjóðingin hesa ferð er stór hjá NSÍ, sum fær vitjan av suverena toppliðnum. Víkingur hevur bara mist stig á útivølli ímóti HB, tá ið tað endaði 1-1. Sunnudagin var tað striltið á heimavølli ímóti FC Suðuroy, men eftir steðgin glapp tað, og so endaði tað við 4-0 sigri.
Tað er merkisvert, at gongdin er so góð hjá Víkingi, tí fleiri lykla­spælarar eru skaddir: Hans Jørgen Djurhuus, Erling Jacobsen, Lasse Qvist og ikki minst Kaj Leo í Bartalsstovu sita skaddir uttanfyri. Jógvan Martin Olsen hevur sett nýggjar og óroyndar menn í teirra stað, og teir hava tikið av:
– Vit hava ikki aðrar møguleikar. Fyri liðið er tað best, at vit ikki gera stórar broytingar, men seta frískan mann inn í plássið, ið stendur tómt eftir skadda mannin. Ímóti FC Suður­oy var Dánjal Pauli Lervig mið­verji fyri Erling Jacoben, og tað kann væl vera, at Erling aftur hesa ferð verður uttanfyri.
Hóast tað á støðutalvuni eru tólv stig á muni millum NSÍ og Víking, so sigur Víkinga venjarin seg hava stóra virðing fyri NSÍ:
– Eg havi sæð teir spæla fleiri ferðir. Avrikini hava verið góð, men fram ímóti dystarenda hava teir fleiri ferðir verið óhepnir. Tí eiga vit á ongan hátt at undirmeta NSÍ. Um vit skulu vinna stig og dystir, so skulu vit ongan undirmeta, sigur Jógvan Martin Olsen, sum vísir á, hvussu leingi tað gekk at fáa bilbukt við FC Suðuroy.

Fríggjadagin klokkan 16.00
Dómari: Lars Múller.