Víkingur bindur ungan spælara

Víkingur hevur gjørt sátmála við 16 ára gamla Olaf Bárðarson

Sunnudagin fekk 16 ára gamli Olaf Bárðarson fyrstu minuttirnar á besta liðnum hjá Víkingi. Nú hevur hann gjørt sáttmála við barndómsfelagið, skrivar Víkingur á Facebook.

- Olaf Bárðarson hevur skrivað undir sáttmála við Víking galdandi til kappingarenda í 2022. Ungi syðrugøtumaðurin fekk sínar fyrstu minuttir á næstbesta liðnum beint eftir at hann fylti 16 ár í fjør, og nú hevur hann eisini fingið sínar fyrstu minuttir á Betri liðnum. Eisini hevur Olaf spælt 11 U-landsdystir, so talan er um ein ungan, evnaríkan leikara, sum vit gleða okkum at síggja meir til, skrivar felagið um unga spælaran.

Umframt Olaf Bárðarson, so fekk 17 ára gamli Aron Janskor eisini sín fyrsta dyst fyri besa liðið hjá Víkingi í 4-0 sigrium á Skála farna leygardag. Undan teimum, so hevur Geza David Turi eisini fingið debut í ár.