FÓTBÓLTUR
Tað skerst ikki burtur, at Víkingur í innanhýsis kappingini við grannarnar í Fuglafirði hevur arvað góðu hagtølini hjá GÍ, sum næstan ongantíð setti stig til ímóti ÍF – og so slett ikki á heimavølli. Undan dystinum í gjár hevði Víkingur vunnið tveir landskappingardystir og tveir steypadystir á ÍF í ár, so tølini talaðu ikki fyri, at ÍF skuldi gera nakrar skreytir.
Men tað løgdu teir á ÍF-liðnum einki í. Eftir eina javna byrjan í dystinum, byrjaðu teir at gera meira um seg, og eftir at teir høvdu lagt seg á odda sjey minuttir fyri steðgin, hugdu teir ongantíð aftur um seg aftur, men vórðu verandi á odda restina av dystinum.
Onkuntíð stóð nógv á hjá ÍF, og serliga ímóti endanum royndi Víkingur at leggja trýst á, so tað mista skuldi vinnast innaftur, men tað munaði bara ikki. Heldur ikki, hóast ÍF fekk ikki færri enn tríggjar verjuspælarar skaddar og ta allarsíðstu løtuna mátti spæla við Rógva Jacobsen í verjuni!
Øssur profilurin
At byrja við í dystinum tóktist serliga Andrias Lava Olsen væl upplagdur, og einar tríggjar ferðir spurtaði hann frá Áka Petersen á høgra bakki, ið helst mundi prísa seg lukkuligan fyri, at Andrias seinni í hálvleikinum fór yvir í hina síðuna at spæla. Eisini har gjørdi Andrias onkrar »expressferðir«, men tað gjørdist bara ikki ordiliga vandamikið.
Bæði lið høvdu sínar góðu langskotsroyndir, ið serliga Sølvi Vatnhamar og Aleksandar Jovevic royndu seg við, áðrenn hol kom á, men annars blivu ikki so ítøkiligir kjansir í opna spælinum, til ÍF mestsum vísti vegin og legði seg á odda.
Mest eyðsýndi spælarin á vøllinum skuldi tó ikki vísa seg at vera Andrias Lava Olsen, tí hann átti sín part í fyrsta málinum, tá hann misti bóltin aftan fyri miðjuna. Í staðin gjørdist stóri profilurin í dystinum Øssur Dalbúð, ið alla tíðina skapti órógv í verjuni hjá Víkingi, umframt at hann í sambandi við tvey av málinum mestsum spældi sær við mótstøðumenninar, so sannførandi var hann.
Grannauppgerð
Hetta var ikki ein dystur, har alt var, sum tað plagdi. Tó fornoktaði tað seg ikki, at talan var um eina grannauppgerð, tí menn stríddust so hjartaliga um hvønn einasta leysa bólt, og viðhvørt vóru vøddarnir spentir ríkiliga.
Tað var kortini ÍF, ið dró longra stráið og vann ein uppibornan sigur. Fyrst og fremst við at seta seg á tað mesta av spælinum á miðvøllinum, og síðani við at fáa sum mest burtur úr Øssuri, ið ikki setti ein skeivan fót á vøllinum í Sarpugerði, men snøgt sagt gjørdi alt rætt.
Hóast Víkingur legði nógv fyri í endanum á dystinum, rakk tað bara ikki til meira. Og glósurnar í fyrra hálvleiki um, at »fuglfirðingar eru føroyameistarar, bara teir vinna á Víkingi«, hoyrdist einki aftur til, sum dystinum leið. Tað var ið hvussu er ikki nógvur føroyameistari yvir Víkingi í gjár.