Víkingur fer til HB at spæla

HB hevur tryggjað sær FM vinnara úr Víkingi

Sum skilst, so hava Víkingur og HB gjørt eina avtalu um, at Heðin Hansen komandi kappingarár spælir við HB. Hann hevur annars sáttmála við Víking fyri 2017.

 

Les eisini: HB vildi hava Heðin longu í 2015

 

Tað hevur leingi ljóðað, at Heðin Hansen er á veg til HB. Hann hevur øll árini spælt við Víkingi, men hevur seinnu árini búð í Havn og tí koyrt til venjing í Gøtu.

 

Sum skilst, so hevur HB leingi roynt at fingið av avtalu í lag við Víking, sum í fjør vann FM. Tað hevur nú eydnast og eftir øllum at døma, so skiftir miðvallarin til HB.

 

Heðin Hansen var í Gundadali í gjár, tá HB spældi venjingardyst móti KÍ. Sambært Norðlýsinum, sum eisini hevur sett Heðin Hansen í samband við HB, so spældi Heðin Hansen ikki við, tá Víkingur í gjár spældi venjingardyst móti Skála.

 

Heðin Hansen er 23 ára gamal og spælir á miðjuni. Hann var í fjør við til at vinna FM við Víkingi, men spældi ikki altíð frá byrjan. Hann tók lut í 23 av 27 dystum í landskappingini, men í 16 av teimum bleiv hann skiftur út ella inn í dystinum.