Víkingur hevur fótað sær. Í kvøld vunnu víkingar fjórða dystin á rað. Umframt steypasigur ímóti B68 er talan um tríggjar sigrar í landskappingini.
Á Argjum gekk tað leingi javn á. Víkingur tiltuskaði sær brotsspark, men Mattias Lamhauge í AB málinum bjargaði, tá ið Sølvi Vatnhamar royndi seg.
Síðstu lítlu løtuna undan steðginum vórðu trý mál skorað.
Argjamenn vóru óhepnir at gera sjálvmál, men teir svaraðu skjótt aftur, tá ið Eli Christiansson við fínum skoti út 23 metrum smekkaði bóltin uppundir nettakið aftanfyri Elias Rasmussen í Víkingamálinum.
Tey í AB leguni høvdu ikki fingið armarnar niður aftur, so legði Víkingur seg framum aftur. Sølviu Vatnhamar legði upp, og Arnbjørn Svensson, sum var í álopinum frá byrjan av, umsetti til 2-1 Víkingaleiðslu.
Í seinna hálvleiki gekk leingi javnt á. Sum tíðin leið spenti AB álopsbogan alt meiri, og møguleikin fyri máli spøkti. Spurningurin var, hvørjum enda málið fór at koma í.
Fleiri spentar støður vóru í Víkingabrotsteiginum, men tað var Víkingur, sum skoraði. Philip Djordjevic fór um koll í AB brotsteiginum. Dómarin bríkslaði fyri brotssparki, og hesa ferð var Sølvi Vatnhamar púra tryggur úr ellivu metrum.
Harvið var veteranurin Sølvi Vatnhamar rættiiga eyðsýndur. Hann misnýtti brotsspark, hann legði upp til 2-1 málið, og hann skoraði 3-1 málið.
Sigurin ber við sær, at Víkingur hevur trettan stig og er tvey stig frá Skála, sum er næstfremst.
Tapið ber við sær, at AB framvegis er aftast við trimum stigum.
Beinleiðis frásøgnin á in.fo http://www.in.fo/matches/?no_cache=1&tx_iklivescores_match%5Bmatch%5D=588&tx_iklivescores_match%5Baction%5D=show&tx_iklivescores_match%5Bcontroller%5D=Match&cHash=8ae78f0b026d0526114a23f90b999bd3
AB - Víkingur 1-3 (1-2)
0-1: sjálvmál
1-1: Eli Christiansson
1-2: Arnbjørn Svensson
1-3: Sølvi Vatnhamar br
Dómari: Jóhan Hendrik Ellefsen