Víkingur heldur fram í somu øði

Í kvøld endaði tað við trivaligum sigri ímóti AB, sum í seinna hálvleiki av álvara royndi at bíta frá sær

Fyri sjeyndu ferð á rað eydnaðist tað í kvøld Víkingi at vinna fulla úrtøku. Jóhan Petur Poulsen hevur havt ábyrgdina fýra tær seinastu ferðirnar, og hann hevur harvið higartil vunnið fulla úrtøku saman við besta liðnum hjá Víkingi.

Úrslitið var 4-1 eftir 3-0 í fyrra hálvleiki. Víkingur hevur nú 44 stig og er trý stig aftanfyri triðja plássið og NSÍ, sum tó hevur spælt ein dyst færri enn Víkingur.

Í seinna hálvleiki hevði AB fríska lotið undan, og tá høvdu argjamenn í løtum hug at bíta frá sær.

Innskifti Ári Arge legði flatt innfyri úr vinstru, og mitt fyri málinum var Adeshina Lawal leysur, tá ið hann úr átta metrum royndi seg við skoti, men Elias Fagrá bjargaði við beinparadu.Og tjúgu minuttir undan leikloki sneiddi Jasper Van Der Heyden framvið fleiri mótstøðumonnum, áðrenn hann úr 26 metrum smekkaði til, og bólturin brast í tvørtræið aftanfyri Elias Fagrá.

Eitt lítið korter undan leikloki eydnaðist tað AB at minka um munin til 3-1. Jasper Van Der Heyden legði fríspark úr vinstru fram í brotsteigin, har innskifti Hans Jákup Annfinsson við høvdinum snittaði undir bóltin, so hann streyk inn við handara stólpa.

Í síðstu løtu vóru argjamenn so óhepnir at gera sjálvmál, og so endaði tað 4-1.

Orsakað av vindi varð dysturin útsettur í eitt korter. Heimaliðið hevði vindin undan í fyrra hálvleiki.

Hálvleikurin var gott og væl hálvrunnin, tá ið miðverjin Gunnar Vatnhamar við handara stólpa og eftir hornaspark úr vinstru setti hol á.

Sølvi Vatnhamar økti sjey minuttir undan steðginum um munin til 2-0. Eftir innlegg úr vinstru vann Sølvi brotsspark, sum hann sjálvur umsetti til mál, og tveir minuttir seinni var 3-0. AB málverjin var uttarlaga staddur, tá ið hann legði bóltin fyri føturnar á Bárði Olafson, sum takkaði fyri og lyfti bóltin upp um málverjan og í málið.

16 ára gamli Bárður Olafson er tvær ferðir fyrr í ár skiftur inn á besta liðið hjá Víkingi. Í næstbestu deildini hann skorað sjey mál, og í kvøld, tá ið hann fyrstu ferð er millum teir fyrstu ellivu, skoraði hann fyri fyrstu ferð á besta liðnum.

Næsti dystur hjá Víkingi verður 18. oktober á útivølli ímóti HB.

Næsti dystur hjá AB verður sunnudagin á heimavølli ímóti NSÍ.

Víkingur – AB 4-1 (3-0)

1-0: Gunnar Vatnhamar

2-0: Sølvi Vatnhamar br

3-0: Olaf Bárðarson

3-1: Hans Jákup Annfinsson

4-1: Sjálvmál

Dómari: Alex Troleis

Víkingur: Elias Fagrá – Ari Olsen, Atli Gregersen, Gunnar Vatnhamar, Bergur Gregersen – Jákup Johansen, Arnbjørn Svensson, Bogi Reinert Petersen (Aron Jarnskor Ellingsgaard, 63.), Olaf Bárðarson (Andreas Lava Olsen, 63.) – Sølvi Vatnhamar, Finnur Justinussen  

AB: Silas Eyðsteinsson – Dánjal Reginsson, Tróndur J. á Høvdanum (Sørin Samuelsen, 46.), Bjarni Skála, Ásbjørn Heðinsson – Jasper Van Der Heyden, Jákup Pauli Breckmann (Ári Arge, 46.) – Gilli Róason, Rógvi N. Poulsen, Bjarki C. Nielsen – Adeshina Lawal (Hans Jákup Annfinsson, 74.)